Í fyrra parti lósu vit um Phineas Gage, sum fekk álvarsligan snudd í fremsta partin av heilanum, pannulepan og hvussu hann broyttist sum menniskja. Her fari eg at halda á fram við at siga frá einum øðrum manni, sum kann sigast at vera eitt klassiskt dømi. Eg havi valt at nevna hann Kenneth. Kenneth er mitt í 20unum.
Ein dagin Kenneth var og ferðaðist við gentu síni í VesturAsiu, gjørdist hann knappliga álvarsliga sjúkur. Fyrst helt gentan tað vera onkra smittu, men sum tíðin leið gjørdist tað greitt, at okkurt álvarsligt var áfatt. Kenneth misti gjørdist meiri og meiri fjarður, tosaði í ørviti, og at endanum misti hann vitið.
Skundisliga varð hann innlagdur, men á sjúkrahúsinum har á leiðini sóu teir beinanvegin, at teir kundu einki gera. Tískil varð Kenneth við sjúkraflogfari fluttur til meginlandið, har hann varð innlagdur á nevrologiska deild. Men støðan versnaði bara, og áðrenn døgnið var av, stóð øllum greitt, at Kenneth var farin í koma. Orsøkini funnu teir rættuliga skjótt. Kenneth hevði fingið ein sokallaðan herpes encephalitis, heilahinnubruna, sum skjótt spjaddi seg til fremsta partin av heilanum, pannulepan.
Kenneth varð settur í viðgerð við antibiotiku, og so var farið undir at skipa fyri, at Kenneth skjótast gjørligt kundi venda heimaftur til Danmarkar, har hann búi, og verða lagdur inn á Ríkissjúkrahúsið har. Hetta tók tó nakrar vikur. Tá Kenneth at enda kom til Ríkissjúkrahúsið, var hann enn í koma. Læknarnir gjørdu av - av hvørjari orsøk veit eingin - at steðgja viðgerðini við antibiotiku. Hetta hevði tíanverri við sær, at brunin aftur fór at gera um seg og eftir stuttari tíð var skaðin fleirfaldaður. Í staðin fyri ein minni skaða í pannulepanum, fekk Kenneth ein sera álvarsligan skaða.
Ein ógreið tíð
Fyrstu nógvu vikurnar lá Kenneth bert og gløddi beint fram. Eisini aftaná, at hann so við og við kom út úr komaini. Úr dagbókini mamma Kenneth hevur skrivað kunnu vit lesa okkum til, at í veruleikanum høvdu læknarnir ikki hóming av hvat veruliga var hent við Kenneth. Hóast óteljandi skanningar, kanningar og samrøður við mammuna og gentuna hjá Kenneth, vistu læknarnir heldur ikki hvat teir í veruleikanum skuldu gera. Kenneth fær medisin, men hevur ikki sjálvur skil fyri at taka tað. Hann hevur heldur ikki skil fyri at hjálpa sær sjálvum, so hvønn morgun og fleiri ferðir gjøgnum dagin, er hann rennvátur og skitin, tó uttan at starvsfólkið ger annað enn at skifta honum. Hóast heilaskaðin er tað, sum setur stórsta dámin á lívið hjá Kenneth, so er tað júst hetta læknarnir konsentrera seg minst um; eisini aftaná at teir í veruleikanum sjálvir hava verið orsøk til, at skaðin versnaði munandi tá viðgerðin við antibiotiku var støðgað.
Tíðin gongur og aftaná at Kenneth hevur verið fluttur frá deild til deild til deild, verður hanns sendur heim, hetta hóast øll tekin greitt vísa, at Kenneth ongan møguleika hevur at klára seg sjálvan og at tað er ein alt alt ov stór uppgáva hjá gentuni at skulla taka sær av honum. Hon lesir frammanundan á universitetinum, arbeiðir hvørt kvøld og er ikki fleiri enn 22 ára gomul.
Stýrdur av einum steinørum heila
Trupulleikarnir hjá Kenneth eru serliga, at hann gloymir skjótt. Tað hann sá ella hoyrdi fyri einum minutti síðani, er burtur. Hann fær yvirhøvur ikki konsentrera seg og tað er týðiligt at hann knappliga livir í eini fullkomiliga fremmintari verð. Vanlig menniskju sum tú og eg kunnu sortera millum øll innskotini vit verða bumbaði við hvørt sekund, hvønn minutt og velja tað, vit fegin vilja samla okkum um. Hetta ger td. at vit kunnu fylgja við í undirvísing og ikki lata okkum órógva av øllum sum kemur innanífrá og uttanífrá. Men hjá Kenneth er alt ein stór fløkja. Øll innskotini, bæði tey sum koma innanífrá og tey sum koma uttanífrá koyra á hann alla tíðina eins og varð hann raktur av einari óhelmandi bumbing, dýktur undir av innskotum omaná innskot omaná innskot, og hann hevur ongan sum helst møguleika at velja hvat hann skal taka framum øll hini. Tað filtrið sum hjálpir okkum at sortera er hjá Kenneth oyðilagt av skaðanum.
Kenneth dugir heldur ikki longur at lurta eftir sínum egna kroppi, og tískil fer alt í buksurnar, ella í songina. Og hetta hendir líka mikið um hann er úti á vegnum, situr í einum bussi, situr við borðið ella liggur í songini. Ikki dugir hann longur at fullføra tað allarminstu uppgávuna. Alt gerst ov trupult og óyvirlítandi. Bert tað at vaska sær gerst knappliga truplari enn at fara til próvtøku í evnisfrøði ella matematikk. At vaska upp verður sum at skula gera ein ferð til mánan. Og tískil velir Kenneth at gera tað sum fyrst kemur honum í huga. Og við tað at tað sum kemur honum í huga skiftir við stuttum millumbili, er lítið og einki skil í degnum hjá Kenneth. Hann er vorðin ein trælur í egnum likami, stýrdur av einum heila sum er vorðin frá sær sjálvum.
Ein stutt kanning
Hyggja vit at yvirlitinum við teim 20 punktunum sum sermerkja ein skaða í pannulepanum, so síggja vit skjótt, at Kenneth er álvarsliga skaddur. Men til tess at eisini nýggjir lesarar kunnu fylgja við, so taka vit punktini einaferð enn, og hesa ferð við viðmerking um hvussu Kenneth er plaseraður í hesum sambandi.
Kenneth + merkir, at hann hevur henda trupulleika
Kenneth - merkir, at hann ikki hevur henda trupulleika
Kenneth +? merkir, at hann hevur henda trupulleika í ein vissan mun
1. (hin skaddi) fær ikki afturhald, er hann fyrst farin í holt við at gera ella siga okkurt, sum einki skil er í ella sum lítil dugur er í (respons suppression problem) Kenneth +
Frágreiðing: Hetta sæst best tá Kenneth skal ganga sær ein túr. Ístaðin fyri at venda aftur, so gongur og gongur og gongur hann tíma eftir tíma. Ofta villist hann og skal hava hjálp til at finna heim aftur.
2. dugir illa at taka tær røttu ella tær "góðu" avgerðirnar (poor decission making) Kenneth +
Frágreiðing: Ístaðin fyri at eta morgunmat og døgverða, etir Kenneth eitt ótal av Bounty sjokolátu. Onkran dag át hann ikki færri enn 40-50 Bounty.
3. dugir illa at lesa, skylja ella virða kenslurnar hjá øðrum ella at halda seg til sosialu reglurnar hjá øðrum (no concern for others emotions and social rules) Kenneth +
Frágreiðing: Kenneth spyr ein narkoman um veg til Tivoli. Men ístaðin fyri at fylgja honum til Tivoli, fer narkomanurin við Kenneth inn í eitt myrkt skot á einum byggjiplássi, har narkomanurin ætlar at sláa Kenneth niður og taka pening o.a. frá honum. Men Kenneth heldir alt væl til standa og heldir henda narkomanin vera ein stak fittan mann.
4. dugir sera illa at hugsa abstrakt (at ímynda sær), at loysa trupulleikar ella at meta um tað, hann longu hevur gjørt Kenneth +
Frágreiðing: Spyrt tú Kenneth hvat hann helst vil sleppa at gera svarar hann: Fara í Tivoli, tí hetta kennir hann best, ella minnist best. Ella gevur tú honum 3 møguleikar, velir hann hin síðsta. Hann dugir ikki at ímynda sær eina hending, sum liggur frammi í tíðini.
5. sigur ofta, at hann ætlar sær tað og tað ella at gera tað so og so, dugir væl at greiða frá síni ætlan og hvussu besti framgangshátturin er, men kemur síðani ikki úr stað (knowing- doing dissociation) Kenneth +
Frágreiðing: ikki neyðug
6. temporalir sekvenseringstrupulleikar, tvs. at hin skaddi hevur ilt við at seta hendingar í rætta tíðarrað-fylgju Kenneth +
Frágreiðing: ikki neyðug
7. ringt innlit í egna funksjónsstøðu (funksjónsnivieau) Kenneth +
Frágreiðing: Kenneth dugir ikki at síggja hvussu sjúkur ella skaddur hann er og dugir ikki at skilja, at hann ikki kann fara til arbeiðis ella at han ikki kann koyra bil.
8. svingandi motivasjón, oftast motiveraður fyri tí, sum gevir positiva nøgd beinanvegin (ikki altíð gevur positiva feedback) Kenneth +
Gert tú eina avtalu við Kenneth ella biðjir hann um hjálp, svarar hann fegin JA, men ger í staðin okkurt heilt annað. Antin velir hann at fara út at keypa Bounty ella at fara ein túr í Tivoli.
9. trupulleikar at gera ætlanir Kenneth +
Frágreiðing: ikki neyðug
10. impulsivur Kenneth +
Frágreiðing: Situr Kenneth t.d. og etur, reisir hann seg annan hvønn minutt tí hann kemur í tankar um nú eitt, nú eitt annað. Og viðhvørt so fýkur hann út gjøgnum hurðina uttan at siga frá.
11. lættur at distrahera / fáa til annað enn tað, hann skal Kenneth +
Frágreiðing: Gert tú eina avtalu við Kenneth ella biðjir hann um hjálp, svarar hann fegin JA, men ger í staðin okkurt heilt annað sum hann kemur í tankar um.
12. stutt fjús /agressivur Kenneth +
Frágreiðing: ikki neyðug
13. euforiskur (offarakátur) Kenneth +
Frágreiðing: ikki neyðug
14. apatiskur Kenneth +?
Frágreiðing: við jøvnum millumbili gerst Kenneth stillur, keddur og sitir bert og starir
15. tómt kenslulív (overfladisk) Kenneth +
Frágreiðing: hóast hann tosar um gentuna við stórum og vøkrum orðum, eisini tá hon er til staðar,, so ansar hann hana ikki tá hon er til staðar og hevur ongan hug at vera saman við henni.
16. fabulerandi, tvs. at hin skaddi tosar uttan íhald, uttan at kunna skifta innihald (næstan frítt assosierandi, tvs. at hitt eina orðið tekur tað næsta, uttan sjálvskritikk og uttan tamarhald) Kenneth +
Frágreiðing: ikki neyðug
17. konfabulerandi, tvs. tosar um tað sum er ósætt ella heilaspuni (lýgir tó ikki beinleiðs, men ger tað til tess at skipa tað, sum ikki hongur rætt saman hjá tí skadda), hin skaddi manipulerar ikki, men hevur stórar trupulleikar í kontrolskipanunum hjá minninum tvs. at minnið ikki av sær sjálvum frásorterar eitt sokallað "falskt minnisspor" (gykl, kanska minnir sum veruliga stava frá eini bók, eini teknirøð, einum filmi ella tí, onnur hava sagt frá; hin skaddi heldur hetta vera minni frá egnum lívi) Kenneth +
Frágreiðing: ikki neyðug
18. hava lyndi til at vera perseverandi (ger tað sama umaftur og umaftur) í hugsan, talu og gerð (plátan melir í "somu rillu" uttan at hin skaddi dugir at skifta "rillu", plátan hakkar) Kenneth +
Frágreiðing: ikki neyðug
19. er rastleysur
Frágreiðing: ikki neyðug
20. hevur ikki tamarhald á seksuellum atburði ella seksuellari talu Kenneth +
Frágreiðing: ikki neyðug
? ? ?
Á sama hátt ber til hjá avvarandi ella teimum sum arbeiða við ein persóni, tey hava illgruna um kanska er raktur av einum skaða í pannulepanum. Henda 'kanning' má tó ikki setast í staðin fyri eina kanning hjá lækna og serlækna. Men hon kann geva eina rættiliga góða ábending um hvørt tað er ein pannulepaskaði talan er um, ella ikki.
(framhald)