Í dag er páskadagur. Hesin dagurin verður hildin til minnis um uppreisn Jesusar.
Páskadag heilsa fólk í teimum ortodoksu kirkjunum, og onnur kristin við, hvørjum øðrum við orðunum: "Kristus er upp risin" og so svarar hin "Ja, hann er sanniliga upprisin". Milliónir av fólkum heilsa í dag hvørjum øðrum við orðunum um, at Jesus veruliga er risin upp.
Orðið páskir stavar úr hebraiskum og grikskum.
- Tað er komið um grikskt og latín úr hebráiskum máli, tí máli, sum Gamla testamenti er skrivað á, har tað æt pesach og merkti ‘páskalamb’, skrivaði Annfinn Johansen um orðið á heimasíðuni hjá Setrinum fyri nøkrum árum síðani.
- Løgið er, at páskanavnið, sum er í øllum norðurlandamálum, ikki hevur rinið við heimsmálini bæði týskt og enskt. Á týskum eita páskir Ostern og á enskum easter. Hildið verður, at tað er komið av navninum á eini gyðju ella gudinnu fyri várinum. Tað er skylt millum annað við ættarnavnið eystur, har sum sólin kemur upp. Upprunamerkingin er ‘ljós, bjartleiki’. Hátíðarhaldið hevur frá fyrndini verið til at fagna várinum og hinum vaknandi gróðrinum. Tí man eggið, ímyndin av lívsmegi og gróðursemi, enn hava so stórt pláss í páskahaldi okkara. At rulla páskaregg annan páskadag er siður, sum man vera uttaneftir komin í upp á seg nýggjari tíð, men mær vitandi er hesin siður ikki vanligur longur í Danmørk, haðan hann man vera komin til okkara, skrivar hann víðari.
Tað var hendan dagin, at fyrst Maria Magdalena, Maria, móðir Jákup og Salome, og síðani Pætur og Johannes fóru út til grøv Jesusar og sóu, at hon var tóm. Ein jarðskjálvti hevði rullað steinin frá munnanum á grøvini og Jesus, sum var risin frá teimum deyðu, var farin úr grøvini. Einans línklæðini lógu eftir í grøvini.
Jesus vísti seg fyrstu fyri Mariu Magdalenu í urtagarðinum. Síðani vísti hann seg fyri lærisveinunum. Hann vísti seg eisini fyri tveimum, sum vóru á veg úr Jerusalem til Emmaus.
Paulus skrivar seinni, at uppreisn Jesusar er kjarnin í kristindóminum.
- Er eingin uppreisn av deyðum, so er heldur ikki Kristus risin upp. Og er Kristus ikki risin upp, so er prædika okkara tóm, so er trúgv tykkara tóm við! Vit koma tá eisini at standa sum lygivitni um Gud, við tað at vit hava vitnað móti Gudi, at Hann reisti upp Kristus - sum Hann ikki hevur reist upp, um so er, at deyð nú ikki rísa upp. Rísa deyð ikki upp, so er heldur ikki Kristus risin upp. Og er Kristus ikki risin upp, so er trúgv tykkara til einkis, so eru tit í syndum tykkara enn; so fortaptust tá eisini tey, sum sovnað eru í Kristusi! Er tað bert í hesum lívi, vit hava sett vón okkara til Kristus, so er meiri grund at tykjast synd í okkum enn í nøkrum øðrum menniskjum! Men nú er Kristus risin upp frá hinum deyðu, skrivar ápostulin í fyrra brævið sínum til samkomuna í Korint, kapittul 15.
Til ber at lesa um hendan dagin í evangeliunum eftir Matteus, kapittul 28, eftir Markus, kapittul 16, eftir Lukas, kapittul 24 og eftir Jóhannes, kapittul 20. Um lív Jesusar á jørðini eftir uppreisnina, kann ein lesa um í evangeliinum eftir Jóhannes, kappitul 21 og í fyrsta kapitli í Ápostlasøguni.