Eg siti her og droymi meg at vera saman við tykkum á Hotel Vágum í løtuni, síggi ”skálkabrosið” hjá tær, og hvussu tú hugnar tær, tí tað dugur tú væl. Veit at tú saknar ommu við tína síðu í dag.
Minnist mongu løturnar vit hava havt saman, tá vit vóru eftir havhesti og tú bannaði yvir Skopunarbátin sum sigldi tvørt fyri okkum, tú rópti á meg og bað meg sigla hann niður hehehe, ja tað var ein góður túrur, tá vit komu at landið aftur, hevði omma gjørt góðan døgurða, haldi at hon hevði koyrt eitt ræst kjógv í ovnin.
Dagin eftir tá eg og Jón skuldu til Havnar aftur, minnist eg at omma setti seg inn í bilin. Nú kemur so ein av tínum nábúgvum oman, haldi at hann hevði kenningina, hann fær hondina á lærið á ommu sum situr í bilinum, og missur fløskuna, ja hon fór rullandi oman brekkuna, tú rópti á hann: Fløskan, fløskan, tú misti fløskuna, hann svaraði ”lat fløskuna fara til H……., ” hann hevði jú hondina á lærinum hjá ommu.
Eina løtu seinni spyr hann, ”tú Frits hvørjir eru hasir mennirnir ?” Sum ikki einaferð var tú skjótur at svara, ”jú hattar eru tveir franskmenn, sum eru komnir at vitja”, omma bronglaði okkurt til okkum og vit aftur til hana, og so skuldi tú siga okkurt eisini, so letur í nábúgvanum ” Frits halt tú kjaft og læt hana tosa tí tað dugur tú ikki”.
Góði Frits, eg sakni løturnar runt køksborið hjá ommu, har hava vit tikið nógv kortspøl.
Eg var oftani glaður yvir at ”Sam” ikki sigldi um kvøldarnar, tí tú dámdi ikki so væl, tá Jón og eg vunnu á tær og ommu, men vunnu tit, fullu orðini so sum ”hattar var sum ein lítil grind ella inteligensurin sigrar.
Eg vil við hesum orðum takka fyri tað tú hevur verið fyri ommu og øllum hjá henni, og ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum, og má Harrin signa teg og framtíð tína.
Heðin og Thyra Skarðhamar v/familju á flatlondum