Jóhan Petur Johannesen, Monrovia 20.03.2007
Nú stendur so landsfundurin aftur fyri durum, og tað verða óivað nógv evni á skránni.
Av góðum grundum kann eg ikki verða við í ár, av tí at eg eri staddur í Liberia, stravist umborð á trúboðar/hjálparskipinum Anastasis.
Hetta seinasta árið hevur verið eitt undarligt ár at vera sambandsfólk, og eg kenni meg eitt sindur heimleysan. Hví? Jú lat meg koma við einari persóligari søgu um mítt lív sum sambandsmaður.
Tá eg sum ungur drongur fekk áhuga fyri politikki, so vildi eg finna út av, hvør flokkur hóskaði best til mín. Eg kom skjótt til ta niðurstøðu, at tað mundi verða Sambandsflokkurin. Lat meg grundgeva fyri tí.
Í stevnuskránni verður sagt í fyrsta punkti, at Sambandsflokkurin, vil byggja á ta kristna grundstøðið. Eftir at hava lisið søguna hjá nógvum londum kemur ein skjótt til ta niðurstøðu, at tey lond, ið byggja á eitt kristið grundastøði eru tey bestu londini at búgva í. Tað sera einkult, fylgja vit Guðs boðum og fyriskipanum, so vil hans signing fylgja okkum. Eg tosi ikki um materialismu, men hvar fólk vísa hvørjum øðrum virðing, har vit hjálpa hvørjum øðrum, ja har næstrakærleikin er at finna.
Sambandsfokkurin er ein flokkur, ið er liberalur/konservativur, og tað passar fínt til mín sum persón. Eg eri ikki nógv fyri broytingum, um tað ikki er til tað betra, men kann onkur, ella eg sjálvur, sannføra meg um tað, so havi eg onki ímóti broytingum. Tann liberali politikkurin hevur tað góða við sær, at tú verður noyddur at taka ábyrgd fyri tí, tú gert. Tú ert ein einstaklingur, tú kanst hugsa, tala og skriva frítt. Fíggjarliga vil flokkurin føra ein ábyrgdarfullan politikk.
Flokkurin er tjóðskaparsinnaður, uttan at tað ger tjóðskapin til eitt mál í sær sjálvum. Ja vit eru føroyingar, men tað er ikki alfa og omega her í veðini, og vit hava ein góðan praktiskan felagskap, ið eitur ríksfelagskapurin, og saman við Danmark og Grønlandi kunna vit loysa nógv ting í felag.
Tí var tað við stórum slotleika at eg teknaði meg sum lim í Sambandsflokkinum í 1990.
Í dag hava vit so 2007, og eg kenni ikki heilt hendan flokk aftur. Hinvegin, hvar skal eg fara? Tað er ongin annar flokkur, ið hóskar heilt til mín, men eg eri uttan iva ikki tann einasti politiski heimloysingurin, tað eru sikkurt mong onnur við mær, ið kenna tað sama í teirra forholdi við Sambandsflokkin.
Tí skal mín áheitan á tykkum verða, takið stevnuskránna punkt fyri punkt, spyrjið tykkum sjálv, hvar eru vit vikin av leið, vendið aftur til stevnuskrá floksins, og so føra vit politikk eftir henni, og vit fáa eitt megnarval um fimm ár. Tað verður ikki næstu ferð, kæru vinir, tí næstu ferð fær flokkurin ein framman á, og tað mugu vit bara taka til eftirtektar. Orð og gerðir mugu hanga saman, tað eitur trúðvirði, tað má ein og hvør flokkur hava, og tá fær hann virðing millum fólkið.
Góðan landsfund!