Heilsan til Zacharias Bech

Heilsan til Zacharias Bech nú hann er farin at njóta sítt otium eftir 37 ára starvstíð á Skipafelagnum.

Eg havi verið so heppin at kenna hendan heiðursmann síðan barnaárini og í gjøgnum alt mítt vaksna lív havi havt eitt sera gott samstarv og ikki minst vinalag við Zacharias.

Sum ungur var eg eitt tíðarskeið og starvaðist á Faroe Ship í Keypmannahavn undir leiðslu Hendrikus Lamain sála, og var Zacharias tá skipari á Bliki. Tað var har, eg kom at kenna Zacharias frá síni professionellu síðu, og var hann nógv avhildin av manning og starvsfólkinum á landi.

Altíð fryntligur, avbalanseraður og tilreiðar at vegleiða og rætta eina hjálpandi hond fram, tá neyðugt var.


Tann sum kennir Zacharias veit, at hann er ein persónur, sum setur stóra æru í, at tað sum hann ger, ger hann til lítar, og tað hava vit, sum kenna hann ásannað gjøgnum øll hesi árini, - ein álitismaður á øllum økjum.

Tann 19. august var seinasti dagur til arbeiðis á Skipafelagnum og eftir 37 ár í sama reiðaríi, hevði Zacharnias avgjørt, at nú var tíðin komin at leggja frá sær og njóta komandi tíð saman við familjuni.


Á politiska hugsjónarliga økinum er Zacharias sambandsmaður, og hevur hann verið flokkinum ein hollur stuðul. Hann hevur verið formaður fyri Suðuroyar Sambandsfelag í mong ár, og tað arbeiðið sum hann hevur lagt eftir seg vil eg takka honum fyri. Tað er gott at vita, at hann hóast hann nú verður pensjónistur, framhaldandi verður politiskt aktivur og ein av floksins trúgvu stuðlum.

Mangan hevur verið hugaligt at koma á Skipafelagið til ein kaffimunn, tá Sverri Midjord og Zacharias hava umrøtt politiska landslagið. Bylgjurnar hava gingið høgt, men tað hevur hóast tað verið við skemtiligum, argandi tónum tá javnaðar-sambandsmaðurin Sverri og sambandsmaðurin Zacharias hava umrøtt politisku støðuna í landinum. Alt hevur sína tíð, og nú er so tað skeiðið eisini endað.


Góði Zacharias, eg veit at tú eftir øll hesi árini á Skipafelagnum, nú sær fram til at njóta títt otium saman við Jónhild og børnum, svigarsynum, svigardøtrum og abbabørnum, sum tú er so glaður fyri og erpin av, og kenni eg teg rætt, fer tú neyvan at keða teg.

Tær untist innan fá ár at fáa nógv abbabørn, og veit eg, at tey betýða alt fyri teg og Jónhild,

og legði eg mær í geyma fyri stuttum, tá vit tosaðu saman hesi orðini tú segði við meg - “mítt ríkidømi er mín familja, kona børn og abbabørn”, hvat meira kann man ynskja sær í lívinum at hava, nú man verður pensjónistur.

Hetta sigur alt um teg Zacharias, og tey virður sum tú stendur fyri, ein góður vinur, hjálpsamur, hjartaligur og fremst av øllum sera familjukærur.


Zacharias, eg vóni at vit fáa mangar góðar løtur saman framyvir, takk fyri gott vinalag og vil eg ynskja tær alt tað besta, nú tú fer at nýta tilveruna sum pensjónistur.


Bestu heilsur


Johan Dahl