Heilsuhjálparar munandi lønarhækking

Heilsuhjálparafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið hava gjørt nýggja semju, sum gevur heilsuhjálparum munandi lønarhækking stendur í tíðindaskrivi

Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina 1. januar í 2008 til 1. oktober 2010. Semjan byggir á ein karm, sum er umleið 9%.

Almennar lønarhækkingar:

1. januar 2008 hækkar lønin 3%

1. oktober 2008 hækkar lønin 2,2%

1. oktober 2009 hækkar lønin umleið 3%

Broytingar í lønarstiganum

Tann 1. oktober 2008 verður lønartalvan broytt og eitt nýtt lønarstig 9 kemur afturat.

Heimahjálpari gongur stigini: 2 til 6

Heilsuhjálpari gongur stigini: 5 til 9

Tann 1. oktober 2008 ganga heimahjálparar stigini 2 til 6 og heilsuhjálparar ganga stigini 5 til 9.

Tey sum tann 1. oktober 2008 hava verið meira enn 2 ár á stig 8 flyta yvir á stig 9. Annars verður starvsaldurin ásettur, sum um lønartalvurnar altíð hava verið í gyldi.

Eftirlønargjald

Tann 1. oktober 2008 verður eftirlønargjaldið 12%

Annars eru ymiskar broytingar og umleggjingar framdar í sáttmálanum, soleiðis, at sáttmálin er meiri líkur øðrum sáttmálum innan økið.

Nevndin í Heilsuhjálparafelag Føroya sigur í tíðindaskrivi, at hon er sera fegin um nýggju semjuna, ið gevur limunum eina munandi lønarhækking.