Heilsutænastur flyta

- Flytingin er neyðug, nú farið verður undir umbygging av niðaru hædd á Heilsumiðstøðini í Runavík, sum framyvir skal hýsa tveimum kommunulæknaviðtalum

Ljósmøðratænasta, kostráðgevi og rannsóknarstova, sum hava hildið til í niðaru hædd á Heilsumiðstøðini í Runavík, eru nú flutt í ovaru hædd á Mýravegi 2, sum er gamla politistøðin.

 

Tað merkir, at allar viðtalur við ljósmóðir, kostráðgeva og rannsóknarstovu frá í dag at rokna verða í erva á Mýravegi 2.

 

- Flytingin er neyðug, nú farið verður undir umbygging av niðaru hædd á Heilsumiðstøðini, sum framyvir skal hýsa tveimum kommunulæknaviðtalum.

 

Soleiðis siga tey í Runavíkar kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at økispsykiatriin, sum eisini heldur til í niðaru hædd í Heilsumiðstøðini, fer innan stutta tíð – og bara fyribils – at flyta inn í niðastu hædd á Heiðavegi 26, sum er gamla kommunuskrivstovan. Soleiðis verður, til varandi hølisloysn er funnin fyri økispsykiatriina.

 

Broyta/avlýsa viðtalutíð hjá ljósmóðir: 

 

Um neyðugt er at broyta ella avlýsa viðtalutíð hjá ljósmóðir, ber til at ringja á tlf. 304625. 

Telefontíð er frá klokkan 10.30 til 12.30.