Heilsuverkið raðfest fyri 71 milliónir krónur

Seinastu tvey árini eru uppraðfestingar gjørdar á at kalla øllum økjum í heilsuverkinum, og gongdin heldur fram næsta ár. Reyði tráðurin er viðgerðartrygdin, og landsstýrismaðurin fegnast um, at tað er eydnast at fáa hana kjølfesta eftir so stuttari tíð. Stórur dentur er eisini lagdur á millum annað endurvenjing og psykiatriina

71 milliónir krónur í uppraðfestingum í føroyska heilsuverkinum upp á trý ár. Tað sigur støðumyndin, nú valskeiðið er væl og virðiliga hálvrunnið, og vit kenna veruligu játtanirnar tey fyrstu tvey árini av skeiðinum og raðfestingarnar í fíggjarlógini fyri næsta ár.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um, at tað er eydnast at halda kósina, ið sett varð á heilsuøkinum, tá samgongan var skipað, og at fleiri av málunum longu eru rokkin.

 

Ein aðaltáttur í verandi heilsupolitikki er viðgerðartrygdin, og hon sæst eisini aftur sum ein reyður tráður í faktisku raðfestingunum í 2020 og 2021 og teimum, sum eru stungnar út í kortið í fíggjarlógini fyri 2022.

 

Ein liður í nýggju krabbameinsætlanini, sum verður handa í næstum, verður viðgerðartrygd - eingin krabbameinssjúklingur skal bíða longri enn 30 dagar eftir útgreining og viðgerð.

 

Viðgerðartrygdin er ein grundarsteinur í okkara heilsupolitikki, og tað gleðir meg almikið, at tað er eydnast at fáa hana so væl kjølfesta, sum hon er, upp á eitt hálvt valskeið. Á fleiri týðandi økjum er málið um viðgerðartrygd longu rokkið, og tað er galdandi bæði innan sjúkugreining, viðgerð og endurvenjing. Tað hevur sjálvandi kostað nógvar pengar, men kortini hevur rúm eisini verið fyri at lyfta onnur týdningarmikil øki í heilsuverkinum upp, eitt nú alla endurvenjingina og psykiatriina.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

 

Av stóru upphæddunum, sum beinleiðis knýta seg at viðgerðartrygdini, kunnu nevnast 3,2 milliónir krónur, sum vórðu játtaðar til serlæknar í bæði 2020 og 2021, tað eru tilsamans 6,4 milliónir krónur. Í fíggjarlógini fyri næsta ár eru raðfestar 1.7 milliónir krónur at seta fleiri kommunulæknar, sum eisini er ein liður í viðgerðartrygdini. Tvær milliónir krónur eru eisini settar av til at styrkja atkomu til bráðfeingis sálarfrøðiliga hjálp og barna- og ungdómssálarfrøðiviðgerð, tí viðgerðartrygdin fevnir eisini um tað psykiatriska økið.

 

Endurvenjingin – sum sjálvsagt eisini er umfatað av viðgerðartrygdini – hevur verið høgt raðfest øll árini. Í 2020 og 2021 eru tilsamans 3,6 milliónir krónur játtaðar beinleiðis til endurvenjing á øllum trimum sjúkarahúsunum, og á fíggjarætlanini fyri 2022 eru tvær milliónir krónur afturat settar av til endamálið.

 

Harumframt eru bíðitíðirnar til MR-skanningar og til viðtalur á neurologiska ambulatoriinum styttar, eftir at í 2020 og 2021 vórðu játtaðar tilsamans 750 t.kr. til víðkaðar upplatingartíðir til MR-skannaran, og í 2020 vórðu 500 t.kr. játtaðar til neurologiska ambulatoriið.

 

Leinki til avriks-/raðfestingarlista