Heilt ófatuligt

Martin Dam
valevni á Lista E
??????
Landsins fólkavaldu sum fyri stuttari tíð síðani samtyktu at Føroyar er og altíð hevur veri ein tjóð, og at máli ikki var at kjakast um, teir eru ikki samdir longur.
Tjóðveldisflokkurin fangaði donsku stjórnina ið at hava logi yvir fyri ST í einum máli viðvíkjandi ríkisrættarligu støðu føroyinga. Máli skuldi til hoyringar 25.01, men vali gjørdi at máli ikki kom fram.
Men hvat er hent? Ja tað ófatuliga er hent at ABC-flokkarnir her í Føroyum, eru vornir samdir um at fara í valstríð uppá at buldribassarnir skulu sendast heim.
Tjóðveldisrøddirnar vera skírdar at vera buldribassar, tá tær reisa mál á fólkatingi, mál sum allir flokkar her heim søgdu seg vera samdar í. Ups, eru teir nú eisini fangadir í at lúgva.
Nei, ikki er fatanin í Danmark at okkara umboð hevur veri nakar buldribassi, men satt er tað at 4 ferðir so nógv mál eru komin fram at røðarapallinum á Christiansborg eftir at Tjóðveldisflokkurin fekk umboðan á Fólkatingi aftur seinastu 4 árini.
Vel so tað munar 08. feb.