Heilt hampulig heystarveður

Tó at summarið er farið, verður veðrið komandi dagarnir av tí heilt hampuliga slagnum.

Eitt lágtrýst millum Skotland og Ísland liggur mest sum í stað komandi dagarnar. Mánadagin, kanska týsdagin dýpist eitt nýtt lágtrýst millum Skotland og Noreg.

 

Hósdagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 metrar um sekundið. Enn mest skýggjað og eitt sindur av regni ella ælaveður av og á, men fyrrapartin támut ella mjørki í støðum. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Fríggjadagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 metrar um sekundið. Sólglottar og okkurt hendinga æli. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Leygardagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 metrar um sekundið. Nakað av sól ella sólglottar og einans okkurt hendinga æli. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Sunnudagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri, sum spakuliga snarar móti eystri og landnyrðingi, 3 til 8 metrar um sekundið. Sólglottar og okkurt æli. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Mánadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, sum snarar í ein norðan, 5 til 10 metrar um sekundið. Yvirhøvur skýggjað og okkurt æli. Hitin millum 7 og 12 stig.

 

Týsdagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 12 stig.