Heim úr Sudan

Tann 33 ára gamla føroysk-danska sjúkrasysturin Laura Thomsen er júst heimkomin aftaná tríggjar mánaðir í Sudan. Hon hevur gjørt hjálpararbeiði í Darfur-økinum fyri Læknar uttan Mørk (MSF).
Laura Thomsen hevur staðið fyri stovnsetanini av matstøðum til børn, ið fáa ov lítið at eta. Talan er um børn í flóttalegu uttanfyri býin Garsila. Hvørja viku fáa 700 børn í Garsila ikki nøktandi føði, meðan 280 børn eru sera illa fyri orsakað at hungri.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroysktfødda Laura Thomsen hevur verið úti í stóru verð og hjálpt fólki. Í 2001 var hon í Afghanistan í sjey mánaðir, og árið eftir gjørdi hon hjálpararbeiði í Sierra Leone.
Læknar uttan Mørk hava veitt hjálp í Darfur síðan desember 2003. Felagsskapurin hevur í dag 100 altjóða hjálpararbeiðarar í Darfur. Harumframt hava Læknar uttan Mørk 2.000 sudanar í arbeiði fyri at berta um umstøðurnar í Darfur-økinum.
Fleiri enn 600.000 flóttafólk eru í økinum.

-hkm, úr tíðindaskrivi fra MSF