Bitland hevur í samstarvi við Havnar kommunu og SamVit tikið stig til eitt tiltak á Norðurbryggjuni við tí endamáli at fáa føroyingar við útbúgvingum, sum búgva uttanlanda, at flyta heimaftur. Hugsa vit um, at útbúgving hevur alt størri týdning fyri samfelagsmenningina sum heild, so kann uttan víðari staðfestast, at hetta er eitt frálíkt initiativ. Sum støðan er í dag, so flytir bert ein helmingur av teimum, ið taka ein hægri útbúgving uttanlanda, heimaftur. Uttanlanda merkir í hesum føri Danmark, men tað gerst alt meira vanligt, at føroyingar fara til onnur lond enn Danmark at søkja sær útbúgving. Myndin fer helst at verða tann sama, ein partur av hesum føroyingum verður verandi í lestrarlandinum.
Nú er hetta, at føroyingar búsetast uttanlanda í sjálvum sær einki at finnast at. Heldur er tað tvørturímóti, at tað kann vera ein fyrimunur fyri føroyska samfelagið at hava landsmenn úti í heimi í góðum størvum. Globaliseringin hevur gjørt alheimin til ein og sama arbeiðsmarknað. Í útheiminum eru stórar fakligar og persónligar avbjóðingar, og her eru ofta tey best løntu størvini. Tað er sostatt als einki løgið í, at tey ungu velja alheimin fram um klettarnar. Nógv av teimum frítíðartilboðum- og møguleikum, sum tey ungu og vælútbúgvnu spyrja eftir í dag, finnast als ikki í Føroyum, og tey verða neyvan til taks í Føroyum við teimum játtanum, sum mentan og list hava í løtuni.
Hinvegin er støðan tann at fáa vit ikki mannað vinnufyritøkur og almenna sektorin við vælútbúnum fólki, er lítil vón um, at Føroyar verða millum heimsins fremstu tjóðir í 2015. Tað er tí neyðugt við einari strategi fyri at fáa í hvussu so er ein part av fólki við útbúgving at flyta heimaftur.
Taka vit almenna sektorin fyrst, so er lítið at ivast í, at lønin hevur týdning. Alment starvsfólk við hægri útbúgvingum eru ikki serstakliga vællønt í í Føroyum í dag. Hartil kemur, at hugburðurin til tað almenna og almennu fyrisitingina sum heild neyvan er so jaligur, sum ynskiligt er, og tað kann ganga út yvir menning og arbeiðsgleði í gerandisdegnum. Menningarmøguleikarnir eru, samanborið við útheimin, smáir, og starvsleiðin er ofta givin einaferð med alla og fastlæst. Her skal við øðrum orðum onnur bót gerast út á súpanina.
Vinnulívið skuldi verið betur fyri í so máta, tí her skulu lønirnar ikki ásetast við miðsavnaðum samráðingum, men afturvendandi sveiggini í høvuðsvinnuni eru helst ein forðing. Her má við øðrum orðum ein almenn og ein privat starvsfólkastrategi til, og so leingi, ið vit ikki hava hesa, verður helst trupult at fáa tey vælútbúnu aftur til landið. Men tiltakið á Norðurbryggjuni er ein góð roynd, ið vónandi gevur úrslit.