Heimagjørdir kassabilar fara at koyra kapp í Skopun

- Hetta verður ein stuttligur og hugnaligur familjudagur. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin til Skopunar

Í Skopun gleða tey seg til kassabilakappkoyringardagin, sum verður hin 22. juni.

 

- Vit vóna, at veðrið verður - at nógv fólk koma, og at tey hava tað góða lagið við sær, sum tað altíð er, tá hesin stuttligi dagur verður hildin. Sjálvsagt vóna vit eisini, at nógvir kassabilar verða við í kappkoyringini í ár.

 

Tað sigur Kristvør Kolden, fyriskipari, sum saman við Skopunar kommunu og Visit Skopun standa fyri serstaka tiltakinum.

 

- Øll eru vælkomin til Skopunar komandi sunnudag, tí dagurin er eisini er ein rættiligur familjudagur í Skopun.

 

Treytinar fyri at luttaka í kappkoyringini fyri kassabilar eru hesar:

 

* At bilurin er heimagjørdur, hevur róður og bremsur - ikki elektriska stýring og spidara og at førarin, sum er millun 7-12 ár, hevur hjálm.

 

Kappingin er fyri børn, sum eru fødd í 2013 til 2018, og fimm børn kunnu verða á hvørjum liði, har tey eisini kunnu heppa sín bil.

 

- Kappkoyringini verður skipað soleiðis, at tað er trý, sum koyra í senn, og fyrsti á mál kemur víðari í eina finalu - og soleiðis verður koyrt, til vinnarin er funnin.

 

Kristvør Kolden vísir á, at fryntligi bilsýnsmaður og rættvísi dómari, Karl Vidtfeldt, kemur at døma saman við bilserfrøðinginum, Magnusi Gunnarson.

 

- Heiðursmerkir eru eisini til vakrasta bil - ella kreativasta bil - og til tryggasta bil. Heiðursmerkini eru frá Betri Banka.

 

Hon vísir á, at Bassi kemur eisini at heilsa uppá børnini. 

 

- Sjálvur dagurin byrjar við ein skrúðgongu av kaiuni í Skopun og niðan í bygdina, har kappkoyringin verður. Eisini verður ein sílafiskakapping.

 

Í Skopun er tað soleiðis, at áin rennur mitt oman gjøgnum bygdina, og her eru síl at fanga.

 

- So frá leygardegnum 21. juni klokkan 13 til sunnudagin 22. juni klokkan 13 eru høvi at royna at fiskasíl, og tað verður Ásbjørn Kjærbo, sum verður dómari her.

 

Ásbjørn er ein tiltikin góður skipari og fiskiklógv, og hann fer at finna tyngsta og longsta síl í kappingini. Tvey heiðursmerkir eru at vinna í hesi kapping. 

 

- Eftir handanina verður ein hugnalig útikonsert  í Skopun við Herborg Torkilsdóttir, Noomi og Mortan umframt øðrum, sum eisini koma at luttaka.

 

Kristvør Kolden sigur, at høvi verður eisini at keypa sær mat og drekka, eins og ymiskt stuttligt verður til børnini.

 

- Hetta verður ein stuttligur og hugnaligur familjudagur. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, leggur hon aftrat.

 

Petur Poulsen - Photopoulsen.com - í Skopun eigur fleiri av myndunum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##