Tað hevur ljóðað, at Heimarøktin hevur brúk fyri umleið 3 mió. krónur eyka í ár, og at neyðugt verður at skerja tænastustøðið, men so verður ikki, sigur Helena Dam á Neystabø.
Á fundi við Heimarøktina í farnu viku, og seinni á landsstýrisfundi, varð samtykt at gera nakrar broytingar í skipanini, men tó so, at tey, sum fáa hjálp, eisini fáa tað í tíðarskeiðnum, sum er eftir av hesum árinum.
Umleið tríggjar mió. krónur skulu fáast til vega, og tí fer landsstýrið at seta eina verkætlan í gongd, sum skal sundurgreina skipanina, uttan tó at minka um tænastustøðið.
? Henda verkætlan skal gera fullfíggjað yvirlit yvir tænastustøðið hjá Heimarøktini kring landið, sum fíggjardeildin fer undir eftir summarfrítíðina. Kannast skal um tænastustøðið er ymiskt, alt eftir, hvar í landinum brúkarin býr, sigur Helena Dam á Neystabø.
Ein ætlan fyri árið 1999 verður gjørd, sum tryggjar, at Heimarøktin ikki kemur í ta støðu aftur, at játtanin ikki heldur.
Tað merkir, at strammari reglur skulu gerast. Neyðugt verður møguliga at seta leiðslutiltøk í verk, fyri at røkka málinum.
? Vit skerja tí ikki hjálpina nú, men hinvegin skal játtanin halda. Næsta árs játtan verður lagað til tørvin, og stýrisamboðið skal virka fyri at játtanin kann haldast, sigur landsstýrismaðurin.
? Hvar verður írestandi peningurin til játtanina í ár tikin?
? Vit fáa nakað inn á almenna og heilsuøkinum, og nakað sum eykajáttan, men kunnu ikki seta ávíst tal á, áðrenn kanningin er gjørd, sigur Helena Dam á Neystabø.