Heimið á Sýnini fær 1,5 millión

Eykjajáttan er komin í løgtingið, ið slóðar fyri at mest átrokandi ábøturnar kunnu gerast.

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, biður løgtingið um loyvi at brúka 1,5 millión krónur til at gera tær mest átrokandi ábøturnar á Røktarheimið á Sýnini í Miðvági.
Flestu pengarnir fara til at umvæla køkin, sum er soppafongdur av manglandi útlufting. Eisini skulu pengar brúkast til at skifta síðsta triðingin av takinum á bygninginum, umframt gera rýmingarleiðina trygga at ganga á.
Á fíggjarlógini í ár eru fýra milliónir krónur settar av til at høvuðsumvæla heimið á Sýnini. Men pengarnir eru ongantíð brúktir, tí landið og kommunurnar eru ósamdar um, hvussu stóran part av samlaða umvælingararbeiðinum hvør skal gjalda. Løgtingið setti sum treyt fyri at brúka pengarnar, at semja fekst um fíggjarliga býtið.
Tann 1,5 milliónin, sum landsstýriskvinnan nú biður um loyvi til at brúka, verður tikin av teimum fýra milliónunum, sum longu eru játtaðar til høvuðsumvælingina. Pengarnir verða fluttir á játtanina, sum Landsverk umsitur, og sum skal brúkast til at umvæla almennar bygningar.