Heimið hjá Donald Trump varð í nátt rannsakað av FBI

Húsini hjá fyrrverandi forsetanum, sum nevnast Mar-a-Lago og eru í Palm Beach í Florida, eru rannsakað í nátt

FBI-agentar hava í nátt føroyska tíð rannsakað heimið hjá Donald Trump. Hetta upplýsir fyrrverandi forsetin í eini kunngerð á sínum egna sosiala miðli, ið nevnist Truth Social.

 

- Hetta eru myrkar tíðir fyri okkara land, nú mítt vakra heim Mar-a-Lago í Palm Beach, Florida, verður kringsett, rannsakað og hersett av einum stórum bólki av FBI-agentum. Hetta er aldrin hent áður fyri ein forseta í USA, skrivar Trump náttina til týsdag føroyska tíð.

 

Donald Trump skrivar eisini, at hann hevur samstarvað við allar viðkomandi stjórnarmyndugleikar, og at rannsóknin er “óneyðug og ósømilig”.

 

Hann sigur um rannsóknina, at tað er:“eitt álop hjá teimum víðgongdu, vinstravendu demokratunum, sum fyri alt í verðini ikki ynskja, at eg stilli upp til forsetavalið í 2024”.

 

Trump var sambært egnum útsøgnum ikki ávaraður um rannsóknina.

 

- Teir brutu enntá inn í mítt pengaskáp!, skrivar Trump, ið samstundis spyr, hvat munurin er á hesum og á Watergate.

 

Gølan í Watergate førdi til, at republikanarin Richard Nixon mátti fara úr starvi í 1974. Hetta hendi eftir eitt innbrot í høvuðs-kontórinum hjá demokratiska flokkinum í bygninginum Watergate, í Washington D.C.

 

Trump skrivar at søgan nú endurtekur seg.

 

- Nú hendir tað øvuta, at Demokratarnir bróta inn í húsini hjá forseta nummar 45 í USA.

 

Donald Trump skrivar ikki eitt orð um møguligu atvoldirnar til rannsóknina.

 

Sambært CNN er tað amerikanska løgmálaráðið í hálvt við tvær kanningar, ið eru í samband við Trump, sum var forseti frá 2017 til 2021. Tann eina snýr seg um álopið á kongressuna í januar í fjør, meðan hin snýr seg um, hvussu Trump handfór topploynilig skjøl.