Heimkomni føroyameistarin sigraði

Borðtennis: Fróði F. Jensen vann 4. Grand Prix-umfar í Trongisvági í dag.

4. Grand Prix-umfar í borðtennis varð spælt í høllini í Trongisvági í dag, sunnudagin 31. januar. 42 leikarar luttóku, og var hetta hægsta luttakaratalið í einari Grand Prix-kapping í hesum kappingarárinum.

Í A-bólkinum var stórur spenningur nú føroyameistarin, Fróði F. Jensen, er fluttur heimaftur at búgva og luttók í síni fyrstu Grand Prix-kapping í longri tíð. Hann streyk beint upp á tindin í hesi kappingini og koppaði núverandi oddamanninum, Pæturi Albinus, við einum teprum 3-2-sigri í dystinum teirra millum. Peter H. Niclasen bleiv nummar trý.

Heri Lava Láadal hevur verið óheppin og havt forfall síðstu tvær kappingarnar, men nú luttók hann aftur - hesaferð í B-bólkinum. Hann ruddaði borðið, og við fimm sigrum av fimm møguligum hevur hann tryggjað sær uppflyting uppaftur í A-bólkin, har eisini Tór-liðfelagi hansara, Ári F. Jensen, verður at síggja næstuferð umvegis sítt 2. pláss í dag. Nummar trý bleiv tann bara 12 ára gamli Bárður Enni Danielsen, eisini úr Tór.

Silas Rasmussen bleiv seinast aftastur í B-bólkinum og spældi tískil í dag í C-bólkinum, men har ætlaði hann sær ikki at vera leingi. Hann gjørdi bart og vann allar sínar sjey dystir, og tapti bara eitt sett á vegnum. Nummar tvey bleiv Hjalgrím F. Højgaard frammanfyri systir sína, Honnu F. Højgaard - bæði úr TBF.

Í D-bólkinum var somikið tætt, at tað uppstóð ein støða við trimum leikarum leikarum, ið vóru fremstir við 10 stigum. Tískil gjørdist settmunurin avgerandi, og tað fløskaði seg soleiðis, at Poul Eliasen gjørdist nummar eitt, Jákup Margar Debess nummar tvey og Jónas Nikolajson nummar trý. Poul Eliasen og Jákup Margar Debes, báðir úr Tór, hava tískil tryggjað sær uppflyting til C-bólkin næstuferð.

E-bólkin vann Hans Elias Arge úr Tór sannførandi við fullum stigatali og uttan at tapa eitt sett. Nummar tvey og trý blivu TBF-ararnir Ólavur Hammer og Kristian K. Joensen.

Í F-bólkinum vóru nógv nýggj andlit at síggja, og seks av teimum átta leikarunum í bólkinum vóru til sína fyrstu kapping. Tveir teirra stóðu seg somikið væl, at teir flyta upp í E-bólkin. Teir báðir eru Janus Ferjá og Hóri Birnason Hansen, sum blivu ávikavist nummar eitt og tvey.

Næsta Grand Prix-kapping verður 20. februar í Havn. Talan er um næstseinasta umfar út av tilsamans seks umførum.


Grand Prix, 4. umfar - úrslit


Bólkur A

1. Fróði F. Jensen (Tór)

2. Pætur Albinus (Tór)

3. Peter H. Niclasen (Tór)

4. Sveinur M. Nolsøe (Tór)

5. Vagnur Nolsøe (TBF)

6. Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)

7. Marin Elisabet Poulsen (TBF)


Bólkur B

1. Heri Lava Láadal (Tór)

2. Ári F. Jensen (Tór)

3. Bárður Enni Danielsen (Tór)

4. Britt Michelsen (TBF)

5. Anja Wongwai (TBF)

6. Reinar Garðshamar (TBF)


Bólkur C

1. Silas Rasmussen (Tór)

2. Hjalgrím F. Højgaard (TBF)

3. Hanna F. Højgaard (TBF)

4. Josvá F. Højgaard (TBF)

5. Hákun Kass (Tór)

6. Mattias Kerá (Tór)

7. Hans Jacob Petersen (TBF)

8. Gunnar Vang Niclasen (Tór)


Bólkur D

1. Poul Eliasen (Tór)

2. Jákup Margar Debess (Tór)

3. Jónas Nikolajson (Tór)

4. Poul Knút Poulsen (TBF)

5. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)

6. Tummas Wilhelm (Tór)

7. Páll Hansen Sørensen (TBF)


Bólkur E

1. Hans Elias Arge (Tór)

2. Ólavur Hammer (TBF)

3. Kristian K. Joensen (TBF)

4. Kristian Niclasen (TBF)

5. Kjartan Gray (Tór)

6. Lias Arnason (TBF)


Bólkur F

1. Janus Ferjá (Tór)

2. Hóri Birnason Hansen (Tór)

3. Gilli Poulsen (Tór)

4. Aleksandur Lauritsen (Tór)

5. Elin Kathrina Gisladóttir (Tór)

6. Hóri Debes (Tór)

7. Jóhan Pauli Bisp (Tór)

8. Hadassa S. Christiansen (Tór)