Heimleys fáa onga hjálp

Nú vil tingkvinna hava greiðu á, hvør hevur ábyrgdina av at hjálpa heimleysum.

– Er nøkur ætlan at fáa staðfest við lóg, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum?

Hendan spurning, vil Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hava landsstýriskvinnuna í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur at svara.

Tingkvinnan hevur tí sett henni ein grein 52 spurning um málið, sum verður svaraður skriviliga innan 14 dagar.

Tingkvinnan hjá Tjóðveldi vil eisini hava at vita, um nøkur ætlan er at fáa staðfest við lóg, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum. Eisini vil hon hava at vita, hvønn heimleys skulu venda sær til fyri at fáa ta hjálp, teimum tørvar, og sum tað fjórða spyr hon landsstýriskvinnuna um, hvussu nógv heimleys eru í Føroyum, og hvør telur við sum heimleysur.

– Tað er einki nýtt í, at bústaðarneyðin í Føroyum er stór. Fleiri liva í konstantum ótryggleika, tí tey ikki hava fast tak yvir høvdið, sigur Hervør Pálsdóttir.

– Í Føroyum hava vit ikki lóg um heimleys, eins og tey hava aðrastaðni. Fleiri føroyingar uppliva, at eingin hjálp er at fáa, tá tey gerast heimleys, tí ábyrgdin ikki liggur hjá nøkrum ávísum myndugleika, sigur løgtingskvinnan.

Hon setir fram fyrispurningin fyri at vita, hvør hevur ábyrgdina, tá fólk eru vorðin heimleys.