Fótbóltur
Seinastu vikuna hevur verið dystast um HM-heitið fyri fótbóltsfeløg, og í dag var so finala millum enska Manchester United og Liga de Quito úr Ecuador.
Og tað gjørdist enska stórfelagið, sum vann dystin. Sæð burtur frá eini hóttandi deyðbóltsstøðu, hevði Manchester United fult tahmarhald á dystinum, men tað gekk tó sera striltið við at umseta hetta til mál.
Ikki minst hevði Wayne Rooney nakrar góðar møguleikar fyri steðgin, men hann og liðfelagarnir máttu bíða til miðjan seinna hálvleik, áðrenn hol kom á. Tá beindi Rooney eitt innlegg frá Cristiano Ronaldo í meskarnar, og hetta gjørdist eisini einasta málið í dystinum.
Móti dystarenda varð Nemanja Vidic hjá Manchester United rikin av vøllinum, og Liga de Quito royndi at trýsta. Talan gjørdist eisini um onkra einasta naska roynd, men tað eydnaðist Vand er Saar at halda búðurið reint, og so kundi enska stófelagið staðfesta, at teir í ár eru best í Onglandi, í Europa og í øllum heiminum.
Wayne Rooney varð sjálvur kosin sum besti spælarin í dystinum, og fyri hetta fekk hann ein Toyota Prius frá Toyota verksmiðjuni, sum í fleiri ár hevur verið høvuðssponsor handan HM-kappingina fyri feløg.
Gamba Osaka vann fyrr í dag dystin um triðja plássið í kappingini.