Danmark fær felags lóggávu fyri parta- og smápartafeløg, um eitt uppskot verður samtykt í danska Fólkatinginum.
Tað metir professarin í vinnurætti, Jesper Lau Hansen, ið er ein av arkitektunum til nýggja lógaruppskotið.
- Kemur hetta uppskotið ígjøgnum í politisku skipanini, so fær Danmark ta mest nýmótans vinnulóggávu í Evropa, helst í øllum heiminum, sigur Jesper Lau Hansen, ið er professari við Keypmannahavnar Universitet, sum eisini situr í serligu nevndini hjá Fólkatinginum, ið skal koma við uppskoti um dagførda vinnulóggávu.
- Hetta verður tann besta vinnulóggávan í heiminum, tí hon setur felagið í sentrum, og tí hon er meira smidliga innrættað, við ábyrgd til at reka fyritøkuna á ein skilagóðan hátt.
Endamálið við nýggju vinnulóggávuni er at minka um fyrisitingarligu byrðarnar hjá m. a. íverksetarum. Uppskotið leggur eisini upp til, at kapitalkravið upp á 125.000 krónur hjá smápartafeløgum skal falla burtur.
--------------
Business-Line