Heimsins dýrasti vendir heimaftur

Eftir eitt ár við 17 dystum og 4 málum í Kina, flytir Carlos Tevez nú aftur til Argentina

 

Fyri einum ári síðani skifti Carlos Tevez til kinesiska felagið, Shanghai Shenhua, har hann gjørdist best betalti fótbóltsspælarin í heiminum. Carlos Tevez forvann tá 5,4 milliónir krónur um vikuna, og hevði eina ársløn á yvir 300 milliónir krónur um árið.

 

Men eftir eitt skuffandi ár í kinesiskum fótbólti, vendir Carlos Tevez longu nú heim aftur til Argentina, har hann fer at spæla fyri fyrrverandi felag, Boca Juniors.

 

Carlos Tevez hevur verið úti fyri stórum atfinningum í Kina, har hann bæði hevur verið ákærdur fyri at verið yvirvektigur og pengagrískur. Tað hevur heldur ikki gingið nakað serligt hjá Tevez í kinesiskum fótbólti, tí Tevez náddi einans 17 dystir og 4 mál í Kina.

 

Men hóast vánaliga kappingarárið í Kina, hevur Carlos Tevez tó skorað kassan fíggjarliga við kinesiska ævintýrinum. Tað eina árið hjá Carlos Tevez í kinesiskum fótbólti, hevur givið yvir 300 milliónir krónur inná konto’ina hjá argentinska fótbóltsspælaranum.