Í Hvalba eiga tey ikki bara nakrar av bestu ísfiska-trolarum í heiminum. Har finst eisini eitt virkið, sum er við á allarfremstu rók, tá tað snýr seg um aling av toski á landi.
- Eigararnir trúgva fram-vegis upp á prosjektið, men sum tíðirnar eru, er torført at fáa nýggjan kapital til vega, og tí átti tað almanna at komið upp í leikin, so heimsins kanska fremsta toskaaling á landi ikki end-ar á øðrum enn føroyskum hondum, ella fullkomiliga fer fyri bakka, sigur Richard Rognsoy, sum ikki eftirlýsir nakran kreppustuðul, men heldur einum almennum menningaríkasti, sum hevði gjørt mun.
Í Norra hevur almenni myndugleikin sprænt eina milliard krónur í toskaaling seinnu árini, og tað hevur havt við sær, at normenn eru við heilt frammi, tá tað snýr seg um aling av toski á sjónum. Í Føroyum er toskaalingin á landi í Hvalba við í fremstu røð, og tað sjálvt um almenni kostnaðurin higartil hevur verið ein eyðmjúk hálv millión krónur um árið.
Heildarætlan
Í løtuni er fyri so vítt einki skil á almenna leiklutinum í tí, sum kann gerast næsta stóra ali-ævintýrið her á landi. Toskaaling á sjónum koyrir sína egnu gongd við útgangsstøði í Árnafirði, toskaalingin á landi í Hvalba steðgar kanska upp um stutta tíð, tí har eru ov fáir pengar, og tá tað snýr seg um lívfiskin á Fiska-aling, eru játtanirnar har eftirhondini so smáar, at tað bara er ráð til halda bluss-inum á tí lægsta stiginum.
Richard Rognsoy eftirlýs-ir tí einari heildarætlan. Einari ætlan, sum skal seta út í kortið, hvar føroyingar vilja á toska-alileiðini, hvussu hendan aling skal skipast í mun til spurningar sum “land kontra firðir”, “tosk kontra laks og síl”, “vinnuframaátøk kontra eginfígging” og mang ann-að, sum manglar.
Tað hevði verið ynskiligt við einari heildarætlan fyri, hvat vit skulu gera við toskaalingina í Føroyum næstu fimm-seks árini, tí so visti allir partar, hvat teir høvdu at halda seg til, sigur Richard.
Fremst í heiminum
Toskaalingin á landi í Hvalba er ein av teimum heilt fáu verkætlanum av hesum slagi, sum hevur víst seg at kunna bera seg. Í løtuni er toskurin í Hvalba umleið 1,5 kilo , og arbeitt verður við at fáa hann enn størri.
At ala á landi gevur ein størri tryggleika enn at ala á sjónum, sigur Richard Rognsoy, tí tað er lættari at hava stýr á umhvørvið, har alt verður.
Og tað hevur gingið væl higartil. Sum er, hevur tað eydnast FCF at alt tosk líka bíligt, sum mann alir laks í løtuni.
Áhugin fyri toskaalingini á landi í Hvalba er stórur uttanlands. Serliga hava aðrar norskar fyritøkur ligið framvið.
- Vit liggja inni við eina hollari vitan og góðum royndum, sum tey eru sera áhugað í til dømis Norra, sum er komið styttri enn vit í at ala á landi, og eg havi fingið fyrispurningar frá alarum í Norra, sum vilja sleppa at seta pengar í, ella rætt og slætt vilja sleppa at keypa virkið, taka tað niður og seta tað upp í Norra, sigur Richard Rognsoy.
Av Føroya Banka
Tað er serligi Føroya Banka-toskurin, sum er grundarstøðið undir før-oyskt alda toskinum, og tað er hesin toskur, sum sær út til at sláa allan annan aldan tosk á marknaðinum. Før-oya Banka-toskurin veksur skjótari, hann krevur mini-malt av ljósi fyri at steðga kynsbúgvingini - sum mann ger í alingini. Framleiddur í kørum á landi, er toskurin eisini fastari í kjøtinum enn flest allur annar aldur tosk-ur.
Fyri at verja hendan ser-staka tosk, og geva føroy-ingum møguleika at blíva kanska heimsins fremsti toska-alari, mælir Richard Rognsoy til, at ein nevnd verður sett við umboðum fyri almenna myndugleikan, Fiskaaling og toskaalingina her á landi, sum skal gera eina heildarætlan, har peng-ar fylgja við.
Ein heildarætlan við umleið 40 milliónum krón-um, hevði verið nóg mikið beint nú, metir hann. Fyri tann peningin, hevði mann kunnað ment føroyska toska-aling á landi til eina veruliga vinnu við risa-stórum inntøkumøguleik-um.
Umstøðurnar
Í Hvalba er gott at ala á landi, men fyritøkan FCF treingir eftirhondini til betri umstøður og størri bygning-ar og kør.
- Mann hevur tosað um ein vinnuframagrunn fyri Suðuroynna í áravís, og slíkur grunnur kundi til dømis stuðlað kommunum í at gjørt byggiklárt hjá teimum fyritøkum, sum vilja í gongd, ella vilja útbyggja, sigur Richard Rognsoy.
Stjórin á FCF hevur kannað umstøðurnar í Norra, og har standa komm-unur á høvdinum á hvør aðrari fyri at lokka fyritøkur av hesum slagi til sín. Tær gera tískil alt klárt til bygging, uttan at tað kostar virkinum eitt oyra.
- Eg sigi ikki, at føroyskir myndugleikar skulu gera júst tað sama, sum verður gjørt í Norra, men hetta verður bara sagt fyri at lýsa, hvussu okkara kappingar-neytar arbeiða, og sleppa at arbeiða. Við so stórum hug-burðsmuni, og so stórum muni á fíggjarligum møgu-leikum, er torført í longdini at fylgja við, ásannar stjórin.
Biotøkni og prísir
Føroyar hava ein stóran kappingarfyrimun, tí so stutt er millum allastaðni. Tað gevur góðar logiskar fyrimunir, ið kunnu brúkast í sambandi við hjávinnur frá alingini. Eitt nú kunnu Faroe Marine Products í Leirvík, Faroe Marine Bio-tech og Seanergy på Eiði – og kanska nýggj vikir, sum fara at koma – hava stóra gleði av at fáa so feska rávøru sum gjørligt. Í øðrum londum er ofta langt millum alara og virkini, sum fáast við biotøkni, meðan tað í Føroyum ong-antíð er meira enn nakrir tímar millum tað, sum ligg-ur longst frá hvør øðrum.
Viðvíkjandi prísum á ali-toski, so hevur hann verið heilt uppi á eini 35-40 kr/kg, men er í løtuni niðri á millum 18 og 25 kr/kg alt eftir stødd. Hesin prísur er for lágur til, at tað skal vera rentabult at ala tosk, men Richard Rognsoy roknar fyri vist við, at prísurin fer at hækka.
- Ímóti ársenda meti eg, at prísurin er uppi aftur á tí støði, sum vit sóu fyri ein-um ári síðani, sigur hann.
-----
FAKTA
Ognarviðurskiftini hjá Faroe Cod Farm
síggja soleiðis út:
ECO Farm (NOR): 25,6%
Tjaldur: 21,3%
Eik Grunnur: 21,3%
Steintór: 21.3%
TF Holding: 10,6%
-----------
Munur á umstøðum
Sjálvt um alingin av toski á landi í Føroyum kanska er tann fremsta í øllum heiminum, so er spurningurin, hvussu leingi hendan støða heldur fram. Í Norra tveita tey nevniliga pengar í nakkan á toska-alarum. Seinastu tíðina eru 500 milliónir norskar krónur settar av til at menna marine-sektorin, umframt at ein milliard krónur eru brúktar til at menna toskaaling.
Í Føroyum fær Faroe Cod Farm (FCF) í Hvalba 500.000 kr. árliga úr Vinnuframagrunninum, og tað er betri enn einki, men ikki nær í námind einum tali, sum ger veruliga mun, sigur stjórin á Richard Rognsoy.
- Eg sigi ikki, at vit skulu spræna milliardir í føroyska toskaaling, men ein 5-6 ára ætlan fyri økið við eini 40-50 milliónum í einum grunni til endamálið, vildi havt við sær, at Føroyar varðveittu fremstaplássið, tá tað snýr seg um aling á landi, sigur hann.
Í Føroyum er avmarkað við firðum, sum alast kann á, og tí er aling á landi ein góður møguleiki, sigur Richard Rognsoy, stjóri hjá Faroe Cod Farm í Hvalba, sum alir tosk á landi. Hann vísir á, at eitt virkið, sum í dag fæst við aling á sjónum, kann supplera sína laksa- og sílaaling við toski á landi, og á tann hátt slappa undan at velja millum laks og tosk á sjónum.
---------
Brot úr frágreiðing hjá Richard Rognsoy
”Torsken fra Føroya Banken har vist sin over-legenhet i oppdretts-sammenheng. Tilveksten slår alt vi kjenner til i dag, dette har også sammen-heng med at vi har de beste naturgitte
forutsetninger for torsk, men det forklarer ikke alt. Den har også unngitt at bli kjønnsmoden med utrolig lite lys, og dette sammen med tilveksten kan tyde på at den kanskje har noen gener andre stammer gjerne skulle hatt. Fisken ser mer ut som en villtorsk enn hva vi kan si om annen oppdrettstorsk. Tilbakemeldingene vi fikk på torsken vi har produsert på land, er av kunder blitt beskrevet som bedre enn torsk levert fra Norge. Dette går på visuelt inntrykk, skinnfargen er utrolig lys, noe kundene foretrekker. Fiskekjattet er også hvitere enn annen oppdrettstorsk. Fileten egnet seg også godt til salting, hvor annen oppdrettstorsk har gitt gaiping, eller spalting av muskulaturen.
Som kjent har vi dessverre mangel på lokaliteter til å virkelig satse på torsk, der torsk skulle blitt oppdrettet. Vi har alle de riktige forut-setningene for i lykkes, bare ikke lokaliteter.”