HM-Bólkur B
Hann er enn bara 20 ára gamal, men longu nú verður hann mettur sum kanska týdningarmesti spælarin á enska landsliðnum. At Lampard í fjør varð mettur millum teir tríggjar bestu í heiminum, og at Gerrard eisini verður roknaður í sama mátistokki, rørir ikki fólkið.
Nei, ikki ein gongd skiftandi hársniðið hjá David Beckham fær í løtuni størri umrøðu enn heimsins kendasti skaði. Brotið, sum Rooney fekk, tá Manchester United í triðja seinasta umfarinum í Premier League spældi á útivølli móti Chelsea, hevur verið á breddanum hvønn dag síðani. Mest sum hvønn dag hava viðmerkingar frá ymsum serfrøðingum verið at sæð, og skanningarnar av fótinum hava mest sum verið átøkar tjóðarhátíðum. Ikki minst, tá hesar støðugt hava sýnt góð úrslit.
Viðkvæmir
Tjóðin er ikki í iva um, at uttan stjørnuskotið úr Merseyside, er vónleyst at vinna HM, og tað kunnu tey kanska hava rætt í. Tí hóast sjálvsfatanin í Onglandi er sera stór, og hóast liðið telur nakrar einstaklingar, sum avgjørt eru í heimstoppinum, so eru flestu serfrøðingar á einum máli um, at favorittar eru onglendingarnir á ongan hátt.
At Rooney í besta føri verður tøkur, tá farið verður undir 1/8-finalurnar, er neyvan optimalt fyri venjingarstøðuna. Og álopstrupulleikarnir gerast ikki minni av, at Michael Owen eisini hevur trupulleikar við at koma seg heilt - eisini eftir beinbrot. Við tveir metra langa Peter Crouch, og Arsenal-eykamanninum, Theo Walcott, at taka til, kann tá skjótt henda, at álopið verður dekan ov tunt.
Miðvøllurin er kanska millum teir sterkastu í heiminum, har Gerrard og Lampard taka sentralu plássini. Og har Beckham so kann senda síni neyvu innlegg úr høgru, meðan Joe Cole kanska er loysnin upp á kroniska trupulleikan, sum bretar hava havt í vinstra borði. Í Paul Robinson hevur liðið eisini ein málverja av teimum frægu, meðan verjan við Terry, Ferdinand, Neville og Cole eisini tykist hampuliga sterk.
Venjarin er heldur eingin óroyndur maður, men størsti trupulleikin hjá Sven-Goran Erikson er helst, at meðan hann í teimum fyrstu ellivu hevur eitt framúr lið, so er liðið langt ífrá eins sterkt, um spælarar fella frá. Á miðvøllinum er tað væl bert Owen Hargreaves, ið hevur roynt seg á sama støði, sum teir fyrstu fýra, og bæði í álopi og verju tykist vera so sum so við alternativum, um skaðar ella leikbann gera um seg.