Í nýggjasta Audi Q7 gevur hesin 500 hk motorurin eitt snúningsmoment upp á 1000 Nm frá 1750-3000 snún/min. Motorurin er upp á 6.0 litrar við dupultari turbo, 48 ventilum, og tann fyrsti við commonrail innspræning við upp til 2000 bar í indspræningsdysunum.
Audi Q7 V12 TDI koyrir frá 0-100 km/t upp á einans 5,5 sekund, men verður elektroniskt hindraður í at koyra skjótari enn 250 km/t.
Girkassin er ein tiptronic við 6 girum, og bilurin hevur permanenta Quattro 4x4-skipan. Audi upplýsa, at motorurin sera umhvørvisvinarligur og lýkur øll krøv til ”Euro5 normin”, sum kemur í gildi í 2010, og partikkulfiltur er standard.