Heimsins sterkasti í Trongisvági leygardagin

Styrki: Stórur áhugi er í Suðuroy fyri tiltakinum í høllini í Trongisvági leygarkvøldið, tá heimsins sterkasti maður og The Atlantic Giant 1998, sviin Magnus Samuelson, skal royna seg móti Regini Vágadal og týskaranum Heinz Ollesch

Enn eina ferð fáa føroyingar høvi til at síggja nakrar av heimsins sterkastu monnum vísa sína styrki her á klettunum. Í dag fær okkara Regin Vágadal vitjan av heimsins sterkasta manni 1998, svenska bóndanum Magnus Samuelson, og av einum øðrum av heimsins sterkastu monnum, nevnliga týska rørleggjaranum Heinz Ollesch.


Stórur áhugi í Suðuroy

Orsøkin, at hesir báðir sterku menninir vitja her, er, at leygarkvøldið verður skipað fyri einum stórum tiltaki í høllini í Trongisvági, sum vit eisini hava skrivað um í Sosialinum áður.

Tiltakið leygarkvøldið fevnir um, at teir tríggir, Magnus Samuelson, Heinz Ollesch og Regin Vágadal fara at vísa sína styrki og hava eina kapping sínamillum.

Regin Vágadal sigur, at hann hevur valt at leggja kappingina í Suðuroy, tí at hann heldur, at suðuroyingar oftani eru við sviðið soð. Somuleiðis hevur Regin fleiri ferðir verið í Suðuroy og víst sína styrki einsamallur, og tá hevur áhugin verið stórur, og hann hevur fingið góðan stuðul frá suðuroyingum. Tískil hevur hann valt at løna suðuroyingum fyri stuðulin við at leggja tiltakið í Suðuroy.

Regin sigur eisini, at stórur áhugi er har suðuri fyri tiltakinum, og at forsølan av atgongumerkjum hevur gingið stak væl. Høllin í Trongisvági rúmar eini 800 áskoðarum, tá ið tiltakið fer í gongd leygarkvøldið klokkan hálvgum átta.


Fimm kappingargreinar

Tá ið teir tríggir fara at kappast leygarkvøldið, verður tað í fimm kappingargreinum.

Forward Hold kenna øll tey, sum hava sæð nakað til styrkiskappingar. Í hesi kappingargreinini skulu luttakararnir so leingi sum gjørligt halda einum luti, sum vigar 28 kilo, í strektum armi.

Kappingargreinin millwalk er eisini væl kend her á okkara leiðum. Hendan kappingargreinin var við í The Atlantic Giant 98, og somuleiðis var hon eisini við í kappingini um at gerast Føroya sterkasti maður 1998. Kappingargreinin snýr seg um, at luttakararnir skulu ganga í ring við eini stong, sum er fest at einari vekt, sum er í miðjuni av einum sirkulskapaðum palli. Hetta er ein av teimum mest áskoðaravinarligu kappingargreinunum.

Ein onnur av teimum vanligu kappingargreinunum, sum eisini verður við, er deadlift ella rættstøðulyft, sum tað eitur á føroyskum. Her skal luttakararin lyfta so nógv sum gjørligt við í rættstøðu.

Ein onnur av teimum meiri áskoðaravinarligu kappingargreinum er lastivenjingin. Her snýr tað seg um at lyfta ymsar tungar lutir upp á ein pall so skjótt sum gjørligt. Í kappingini í Suðuroy verða tað bæði steinar og kaggar, sum teir tríggir skulu lyfta upp á pallin, sigur Regin Vágadal.

Seinasta kappingargreinin á skránni er tann sokallaða log-lift kappingin. Sum navnið eisini sigur, so fevnir hendan kappingin um at lyfta eitt skapilsi, ið er álíkt einum viðabuli, upp um høvdið í strektan arm, so ofta sum gjørligt.


Regin er væl fyri

At avbjóðingin er stór hjá Regini at fara at kappast við heimsins sterkasta mann, umframt sterkasta mann í Týsklandi, er eyðsæð, men Regin hevur góðar vónir. Hann hevur áður vunnið á báðum teimum í fleiri kappingargreinum, tá ið teir hava kappast uttanlands. Tá ið Regin á fyrsta sinni tók lut í kappingini um at gerast heimsins sterkasti maður á Mauritius í 1996, var Regin í innleiðandi bólki saman við bæði Magnus Samuelson og Heinz Ollesch, og sum tey flestu óivað minnast, so vann Regin bólkin og kom í finaluna.

Sjálvur sigur Regin seg verða væl fyri, og seint sum fyrradagin lyfti hann 290 kilo í rættstøðulyft, sum er nær persónliga metinum hjá honum. At Regin vann á Magnusi á Mauritius í 1996, og at Magnus nú er heimsins sterkasti, sigur Regin bert geva sær enn betur vónir um at røkka stóra dreyminum hjá sær, sum er einaferð at gerast heimsins sterkasti maður.

Um Regin verður heimsins sterkasti ella ikki vil tíðin bert vísa, men leygarkvøldið ber so til at fáa staðfest, um hann hevur nakran møguleika at skaka heimsins sterkasta mann, tá ið kappingin í Trongisvági fer fram.

Áhugin fyri okkara sterka manni er framvegis stórur uttanlands. Regin hevur júst fingið sær egna heimasíðu (www.regin-vagadal.com), og hevur henda verið sera væl vitjað.