Heimsins størsta ælabogaflagg á Norðurbryggjuni

Á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn hava tey í dag hongt heimsins størsta ælabogaflagg upp. Flaggið prýðir húsaveggin í samband við Copenhagen 2021 WorldPride & EuroGames, og samstundis eisini í samband við norðurlendska ælabogadagin, har Bryggjan m.a. hevur film og fyrilestrar.

 

Flaggið mátar 7,2X1,8 metrar, og takkar Bryggjan teimum, sum hava verið við til at binda bundnað flaggið, og eru tær eittnú Helga Hansen og Halla Benediktsdóttir og Sigurbjörg Elín Hólmarsdóttir og Ásta Stefánsdóttir.

 

Á facebook vanga sínum skrivar Norðurbryggjan, at ætlandi verður flaggið nýtt í tíð, ið koma skal, men í hesum umfarinum hongur tað á húsavegginum til 22. August.

 

##med2##

 

##med3##