Heimsins stuttligasti tjóvur tikin í Eysuroy

Ein íslendingur var ikki í Føroyum í meiri enn nakrar fáa tímar áðrenn hann gjørdi seg sjálvan til tjóv og varð koyrdur av aftur landinum

- Eg kundi saktans verið við í kappingini um at vera heimsins stuttligasti brotsmaður.

Tað helt ein óheppin tjóvur fyri í Føroya Rætti nú ein dagin.

Talan var um ein íslending, sum var komin til Føroyar at arbeiða, men tað eydnaðist honum ikki at vera í Føroyum í meiri enn nakrar heilt fáar tímar, áðrenn tað gekk heilt galið hjá honum.

Hann skuldi halda til í einum húsum, sum arbeiðsgevari hansara hevði leigað í Eysturoy og tá ið hann lendi við Atlantsflogi, stóð arbeiðsgevarin fyri honum og vísti honum upp á pláss.

Men longu sama kvøld fór hann ein túr inn á Statoil í Skálafirði og har hevði hann stolið fleiri dunkar við motorolju og bensini.

Hann var í víðum joggingbuksum og helt hann nokk, at tað var hóskandi uniformur, tí hann fylti sær fleiri dunkar við olju og bensini niður í buksubrøkurnar og niður í hosurnar.

Men upp aftur álvarsligari var, at hann stjól eisini eina uppvørpu, sum annars kostaði næstan 14.000 krónur.

Fyri ikki at verða avdúkaður, fór hann út ígjøgnum bakdyrnar við uppvørpini og setti hana uttanfyri og tó hana so við sær, tá ið hann fór víðari við bilinum.

Men tað var alt samalt til fánýtis, tí statoilstøðin hevði akkurát fingið spildurnýtt vakmyndatól og har alt virksemið hjá tjóvinum fangað í frálíkum, myndum. Tað fekk mannin at halda fyri, at myndirnar áttu at verðið sendar til eina kapping um heimsins stuttligasta brotsmann.

Ein landsmaður hjá manninum, sum búði í sama húsi, hevði fingið illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt og dagin eftir var hann á veg til løgregluna við uppvørpuni, tá ið løgreglan kom og handtók mannin og setti hann í varðhaldið.

Og so gekk tað skjótt fyri seg og longu dagin eftir kom málið fyri í rættinum og tríggjar dagar eftir at hann var komin til Føroya, varð hann longu sendur avstað aftur.


Vístur av landinum

Ákærin sigur, at Tá ið talan er um vanligan stuldur, er tað virðið á tjóvagóðsinum, sum er avgerðandi. Fer virðið upp um 6.000-8.000 krónur, verður talan um eina revsing upp á 30 dagar treytaða fongsulsrevsing.

Tað merkir, at ger viðkomandi nakað annað revsivert í einum ávísum áramáli, verða teir 30 dagarnir lagdir afturat revsingini og tá slepst ikki undan at sita.

Í hesum føri var maðurin eisini dømdur eina treytaða fongsulsrevsing í 30 dagar.

Men í útlendingalógini stendur, at er talan um útlending, ið hevur verið í Føroyum í styttri enn trý ár, kann hann vísast av landinum, fær hann ein treytaðan ella treytaleysan dóm.

Í hesum føri metti útlendingastýrið at treytirnar fyri at hann varð vístur av landinum, vóru loknar.

Av tí sama varð maðurin eisini burturvístur úr Føroyum í trý ár.

Dómarin helt ikki, at ein burturvísing fór at fáa so álvarligar avleiðingar fyri hann, at hann ikki kann tola tað.

Sostatt varð hann sendir aftur til Íslands við fyrsta flogfari. Og har er lítið at ivast í, at løgreglan stóð fyri honum, tí hann er eisini eftirlýstur í Íslandi.


Ongin forkláring

Tað fyrilá onki um, hví hann endiliga skuldi stjala motorolju og smáar dunkar við bensini.

Ein forkláring kann vera, at arbeiðsgevarin hevði greitt honum frá, at teir høvdu skyldu at røkja bilarnar og at skifta olju á teimum, men tað varð so onki sagt um, at teir skuldu útvega motoroljuna sjálvir.

Men møguliga hugsaði maðurin heldur ikki klárt, tí hann greiddi frá, at hann hevði drukkið og tikið heilivág fyri nervarnar og tað er altíð ein óheppin blanding.