Heimsins vánaligasta videolag ger um seg aftur

Tað bretska tónleikablaðið, NME, hevur kosið heimsins vánaligastu videoløg gjøgnum tíðina. Ovast á hesum lista er 14 ára gamla Rebecca Black, við lagnum “Friday”.

 

Hennara videolag er framman fyri stjørnum sum Britney Spears, Bon Jovi, Milli Vanilli og onnur.

 

Videolagið hevur verið at finna á Youtube í tveimum førum. Fyrstu ferð var lagið tøkt í 4 mánaðir fyrr í ár. Tá hevði lagið ikki verið víst minni enn 167 milliónir ferðir. 3 milliónir av hesum høvdu “dislike’að” videolagið. Við øðrum orðum, so vóru tað 87% av hyggjarunum, ið ikki dámdu sangin.

 

Aftaná at videolagið varð tikið av Youtube í eina tíð, kom tað aftur á Youtube tann 16. September í ár. Í hesum skjótt trimum mánaðum, har lagið hevur verið tøkt at hyggja eftir, er tað blivið sæð 10 milliónir ferðir.

 

Trýst her fyri at síggja umrødda videolagið

 

 

Skrivað hevur: Neli Heldarskarð