Ráðstevna
Í dag byrjar sera forvitnislig og týdningarmikil ráðstevna í Norðurlandahúsinum um vernd av havumhvørvinum og burðadygga veiðu. Millum luttakararnar er kendi rithøvundurin Mark Kurlansky, ið hevur skrivað ?bestseljarabókina? ?The Cod? ella ?Toskurin, fiskurin, sum broytti heimin?. Bókin er umsett til danskt og fæst til keyps í Føroyum. Her er sera viðkomandi fyri tíðina í dag og ikki minst fyri okkum føroyingar, har toskurin leingi hevur verið okkara livibreyð. Ein av teimum føroyingunum, sum hevur lisið bókina og ætlar sær at hitta høvundan í Norðurlandahúsinum í dag, er Johan Mortensen, fyrrverandi fiskasølumaður og í dag umboðsmaður hjá oljufelagnum Anadarko. Hann er við á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum sum eygleiðari. Hann heldur tað vera einki minni enn eitt plettskot, at tað hevur eydnast fyrireikarunum at fáa M. Kurlansky við á stevnuna.
-Bók hansara er eitt meistaraverk. Eg fekk hana frá navnframa Richard Hardman, stjóra í Amerada Hess, sum er sera hugtikin av júst hesi bókini sigur Johan Mortensen, sum heldur, at bókin er ein álvarsom áminning og ávaring til føroyingar og allar vinnutjóðir.
Í bókini fylgir tú baskarunum, sum fiskaðu í New Foundlandi fleiri hundrað ár áðrenn Columbus, men duldu tað. Toskaríkidømið í New Foundlandi grundlegði Boston, New England, Massachusets og var til at stovna amerikonsu tjóðina.
Meginparturin av toskurin við New Foundland varð útfluttur til Caribien sum føði til trælirnar og var við til gera trælahandilin so stóran, sum hann bleiv.
Har er nógv um Ísland og tess samhandil við Bretland við toski. Og mangt annað, sum lesarin skal gleðast um sjálvur at lesa.
Tað týdningarmesta við bókini heldur Johan Mortensen er, at hon vísur, at tað eru mørk fyri, hvat tú kann fiska og vísir her til, hvussu toskurin varð oyddur við New Foundland av ovurveiðu.
-Hetta er sera apropos, nú allar alarmklokkur ringja fyri svartkjaftinum og tað tykist vera so torført at gera nakað munagott fyri at minka um veiðuna. Tosað verður um tann ?politiska viljan? sum var hetta ein guddommuligur sannleiki. Sanndroyndin er, at við teimum skipum, sum bæði norðmenn, føroyingar, russar, bretar og aðrir hava og við hesari nærum ørvitiskendu veiðiorkuni, so fer at ganga galið, ongin ivi um tað. Eitt skrædl í svartkjaftinum vil hava katastofalar fylgjur fyri føroyska samfelagið. Vit prioritera fíggjarlig áhugamál framum javnvágina í náttúruni og tá rablar alt.
Hetta er júst tað, sum verður víst á í bókini sigur Johan Mortensen, sum er kendur fyri at tora at siga sína oftani bersøgnu hugsan um stovnsrøkt, oyðing, dálking ol. Sjálvur heldur hann, at tað er brúk fyri fólki í Føroyum, sum tora at siga sína ærligu og inniligu hugsan um hesi viðurskifti, sjálvt um tað ikki altíð verður so væl sætt millum vinnulívsfólk. Hann heldur stórur saknur er í monnum og samfelagsuppbyggjandi atfinnarum sum John Smith og Tórmóði Dahl, sum tá teir vóru á lívi tordu at siga sína hjartans og eisini vælkvalifiseraðu meining um slík viðurskifti, ið nettupp verða umrødd í bókini hjá Kurlansky. Bókin átti at verið týdd til føroyskt og brúkt í skúlunum heldur hann.