PDC heimsmeistarakappingin í dart nærkast nú endanum, eftir at hálvfinalurnar vóru í kvøld. Talan verður um ein bretska finalu millum skotan og verandi heimsmeistaran, Gary Anderson, og onglendingin Adrian Lewis.
Les eisini:Barney stóð aftur fyri undirhaldinum
Gary Anderson vann í kvøld 6-0 á Jelle Klassen úr Hollandi. Gary Anderson spældi so væl, at Jelle Klassen stóð eftir við ongum setti, hóast hann spældi heilt væl. Stóra løtan var í fyrsta settinum, tá Gary Anderson lukkaði við níggju pílum. Tað er bara hent átta ferðir fyrr í søguni í PDC heimsmeistarakappngini. Hetta var fyrstu ferð í hesi HM kappingini.
Les eisini:Legendan fall
Adrian Lewis vann trygt 6-3 á Raymond van Barneveld, sum annars hevur gjørt um seg í kappingini. Adrian var eitt skifti á odda 5-0, áðrenn hollendingurin kom fyri seg og vann trý sett. At enda vann Adrian Lewis 6-3.
Les eisini: Favoritturin úti
Finalan verður ein endurtøka av finaluni í 2011. Tá vann Adrian Lewis 7-5. Adrian Lewis vann eisini kappingina í 2012. Gary Anderson, sum eisini verður kallaður tann flúgvandi skotin, er verandi heimsmeistari.
Finalan verður í annaðkvøld klokkan 18.30. TV3 Sport 2 vísir dystin.
Hálvfinalurnar:
Gary Anderson – Jelle Klassen 6-0
Raymond van Barneveld – Adrian Lewis 3-6