Heimspekin er elsta fakið millum fak, og tí sjálvt kongafakið, ið sjálvur Paulus læs á tamb og øll skilagóð fólk eftir hann. Men í Føroyum eru vaksin fólk komin úr 3 g. í Føroyum og halda enn, at heim-speki bert er bert okkurt vemmeligt gudloysi, Darwin ella okkurt sovorið. Tá hesi koma víðari inná á skúlar, um tey koma víðari, tekur heimspekin eina speisama hevnd, tí hon fossar nú úr bókum um pedagogik, læknafrøði, løgfrøði, politiska vísindi, sosiologi, málfrøði, støddfrøði, ælisfrøði og t.d. sálarfrøði. Heimspekin er undir øllum, hevur elvt til alla modernaða vísindi. Sum so nýtist heimspekin ongan legitimering, tí fakið er sera hent sum eitt stuðulsfak til nærum øll onur fak og sum eitt fak, ið skapar samanhangir millum faklig øki. Heimspekin kann v.ø.o. brúkast og hon fossar út í lívið og út í dagin og kann svara spurningum um t.d. fosturtøku, um fundamentið handan modernaða vísund og politik. Fakið er æviga upplýsandi og ta mest andaliga stimbrandi fakið, ið hugsast kann. Serliga í eini tíð við einum vaksandi refleksivum moderniteti, heimsófriðið, globalisering og sekularisering kann hetta fak geva næminginum eina neyðuga barlast gjøgnum lívið, har onnur meiri praktisk fak avoldast skjótari enn t.d. bilar verða útskiftir. Men mest av øllum kann hetta fak veruligani læra fólk at hugsa sjálvi og at kjakast, ið er meiri enn tey flestu fakini kunnu bjóða, ið ikki sum heimspekin leggja dent á vísdóm og dannilsi, men á tekniska og praktiska vitan her og nú, ið vit ikki bera við okkum alt lívið. Men enn er heimspekin eitt forfjónað og nærum hata fak í Føroyum, har siðment lond sum Frakland hava hetta fak sum skyldubundi fak fyri øll, er hetta bert eitt lítið valfak á miðnámsskúlunum hjá okkum. Hví skulu tey ungu í t.d. framhaldsdeildunum bert kunna læra matgerð, roknskap, smíð og motorlæru og ikki at hugsa sjálvi, ið tey fáa brúk fyri alt lívið?