Heimurin á einum vegamóti

Í framløguni síni, sum verður í Rótini, hug­leið­ir Samuel Rachlin um heimin, sum vit kenna hann, ið nú stend­ur miðskeiðis í eini ge­o­pol­it­isk­ari rembingartíð

Ein uppgerð við kendar mill­um­tjóð­a­sátt­mál­ar og al­tjóð­a­sátt­mál­ar, skikkir og siðir, siðvenju, myns­t­ur, vanar og virðir.

 

20. øld hava vit lagt afturum okk­um, og vit eru nú í einum tíð­ar­bili ella rúmi við eini nýggjari heims­skipan, hvørs lunnar vórðu lagdir 24. februar 2022 – dagurin, tá heim­ur­in broyttist fyri allar tíð­ir.

 

Men Samuel Rachlin metir, at talan er um eina menning ella broyt­ing, sum hevur verið ávegis sein­astu kvartu øldina. Tað er hetta rákið, hann greinar í fyri­lestri sínum.

 

Mitt í krígnum siggja vit, hvussu heimssøgan leggur seg fyri okkum sum ein sjónleikur um heim­in og heimsskipanina. Pol­i­tikur, diplomati - sam­ráð­­ing­ar­snildi, tøkni og fíggjarviðurskifti flætt­ast samman á ein hátt, vit ikki hava sæð áður. Hetta við av­leið­ing­um, sum vit enn ikki duga at skyna á.

 

Leikararnir í leikinum koll­ganga hvønn annan – Ja, í størri mun enn í tí villasta fiktións filmi­num. Vit hava ikki verið har fyrr, og eru helst ov tætt uppá leikin ella hendingarnar, til at kunna síggja hvørja leið tað ber.

 

Tað eru hesi viðurskifti, Sam­uel Rachlin vil royna at avdúka og fáa í ljósmála tað, sum fjalir út­sýnið. Talan er ikki bara eitt skifti við, so sum fyrr er slóðað, men ein byrjan uppá eitt nýtt søg­u­ligt tíðarskeið.

 

Rachlin metir, at vit flyta okk­um frá eini siðbundnari meiri ”friðrligari” heimsmynd til eina aðra, har kríggj nú í størri mun verður partur av ger­and­is­mynd­ini.

 

Eftir yvirgangsálopið á USA 11. sep­tem­ber 2001, fekk henda øldin eina skeiva byrjan: Harðrendur yv­­ir­gang­ur og valdsgerðir, fíggj­ar­kreppur, alheimsfarsóttir, veð­ur­lagsbroytingar – og nú eitt blóð­ugt kríggj á fimta ári í granna­lagnum - í Ukrina.

 

##med2##

 

Terror, Putin, Trump, Brex­it, Korona og AI eru lutir í eini nýggjari, ófriðarligari heims­skip­an. Ein undarlig samanrennign av ”Fagre Nye Verden” hjá George Or­well 1984 og Aldous Huxley.

 

Tíðindafólk plaga at siga, at tey skriva kladduna til søg­una. Samuel Rachlin, hesin kendi og virdi tíðindamaðurin og rit­høvundin, bjóðar inni á skriv­i­verk­stað sín, har tann fyrsta kladd­an longu liggur á borðinum – skrivað samstundis sum søgan skriv­ar seg sjálva beint fyri eyg­um okkara.