Samuel Rachlin á Torradøgunum í morgin

Kendi danski tíðindamaðurin, sjón­varps­verturin og rit­høv­und­urin, Samuel Rachlin, verður á Torra­­døgunum við fyrilestri hann kallar »Heimurin á einum vegamóti«

Samuel Rachlin er føddur 12. jan­uar 1947 í Sibiria – familjan búði upprunaliga Pokrovsk í U­kra­ina, sum partur av Sov­jet­sam­veld­inum, men bleiv í 1941 burturvíst í út­legd til Sibiria.

 

Samuel Rachlin er sonur Rach­el Rachlin og Israel Rachlin, og er sum sagt føddur í Sibira, hagar fam­ijan var í útlegd i 16 år. Hann kom til Danmarkar sum tíggju ára gamal. Eldri beiggi hansara, Schneur, er pápi úvarpsværtin Dan Rachlin.

 

Samuel Rachlin tók stud­ents­prógv á Gladsaxe Gymnasium í 1967. Hann er en cand.scient. frá Col­um­bia Graduate School sum tíð­ind­a­fólk. Í 1979 giftist hann við Ann­ette fødd Laustsen. Tey hava døtr­arnar, Sarah (1979) og Natalia (1985). Han var útsendur sum tíð­ind­a­maður frá DR í Sov­jet­sam­veld­i­num, haðani hann bar nógv ym­isk tíðini úr hesum afturlatna heims­parti. Seinni gjørdist hann fyrsti tíðindavertur á TV 2 í 1988. Í 1990'unum arbeiddi hann fyri Heims­bank­an i Washington D.C.

 

So var hann aftur eitt skift­ið tíðindamaður á TV 2 við til­knýti til fíggjartíðindi og fíggj­ar­grein­ing­ar. Fra 2007 til 2010 var Sam­uel Rachlin samskiftisstjóri í íløg­u­bank­num, Saxo Bank.

 

Í 1999 gjørdi Samuel Rachlin ein sjón­varps-film um tíðina, tá ið fam­iljan varð burturvíst í útlegd, og um hvussu tað var at vera í Sibi­ri­a ta tíðina 1941 - 1957.

 

Hann var 10 ár, tá ið tey fluttu haðani til Danmarkar, har mamm­an sum var ættað úr Liv­er­pool lutvíst eisini var uppvaks­in.

 

Hansara royndir sum korr­es­pon­dent­ur í Moskva og USA hava giv­ið hon­um holl­an kunn­leika um russ­isk og al­tjóða við­ur­s­kifti, sum hann enn eisini við­merki í miðlunum. Kríggið í U­k­r­a­ina hevur sjálvandi ávirkað Sam­uel Rachlin nógv, sum hann eis­ini oftani viðmerkir.

 

Foreldinin skrivaðu bókina, 16 år i Si­b­i­ria í 1982. Í 1987 fekk Rachel Rac­­hlin Modersmål-Prisen. Tey skriv­aðu seinni tríggjar end­ur­minn­ing­ar: Skæbn­er i Sib­i­ri­en (1987), Fortællinger fra vor­e­s liv (1992) og Blade fra en slægts­hi­stor­ie (1998).

 

Sam­uel Rachlin hevur skrivað hóp­in av bókum, sum eisini eru ”on­line-bøkur” – eini 18 bøkur, m. a. "Fol­ket og magten" - "Brev til mine børnebørn" - "Folket og mag­ten" - "Bag den kolde krigs tåger" - "Hånd­værk og livsværk" - "Jeg, Put­in" - "Mig og Stalin" - "Fra Si­bi­r­i­en til Rødovre" - "Min barndom i 50’erne".

 

Fyrilesturin hjá Samuel Rach­l­in, sum verður í Varpinum leyg­ar­dagin 21. februar kl. 15.00 á  Torra­d­øgunum, kallar hann: Heimurin á ein­um vegamóti.

 

Hann greiðir eitt sindur frá fyrstu árunum í Sibiria og tann førn­ing hann fekk við sær hað­ani, men serliga um eyst-/vest­spenn­ing­in – um herferðinar hjá Putin og Trump, hvørja ávirkan tær kann hava á Europa, sum kann tykj­ast detta eitt sindur niður í­mill­um.

 

Tíðindaflutningurin og støðan annars broytist skjótt – dag frá degi, hvat er at frætta  mást tú møta upp fyri at hoyra meir - í Rótini 21. februar kl. 15.00.

 

##med2##

##med3##