Tað krevur sjálvsálit at koma út úr heimliga dunnuhylinum, men lønin er so eisini tann, at tú kanst gerast kendur víða um í heiminum, og fáa dreymar uppfyltar, sum tú áður hevur hildið vera ómøguligar.
Men tað krevur hart arbeiði við tær sjálvum. Einki við bara at lalla víðari uttan mál ella mið.
Tú skalt vita, hvat tú vilt, um tú ætlar at náa stjørnunum.
Kolbrún Aðalsteinsdóttir, leiðari á modelfelagnum Skóla John Casablancas í Reykjavík, sigur, at tað velst umframt kropsliga venjing, eisini um sálarliga venjing.
Tað er ógvuliga umráðandi, at hesi fólkini, sum ætla sær nakað innan mótaheimin, síggja væl út. Tað gerst við at røkja seg sjálvan bæði uttan, men so sanniliga ikki minst innan.
Tí tað, sum skaðar innan, sæst fyrr ella seinni eisini uttan á kroppinum, sigur Kolla.
Vit vita, at royking fer illa við kroppinum innan. Og tað sæst eisini á húðini, eins og rúsevni av øðrum slagi fyrr ella seinni altíð vísa seg.
Ein av høvuðsboðskapunum hjá skúlanum er, at leggja fólki eina við at fara væl um seg sjálvan.
Fólk kunnu taka bil og pengar tínar frá tær, tey kunnu fara við húsunum og øllum øðrum verðsligum ognum.
Men tey kunnu ikki taka kroppin frá tær.
Tann einasti, sum oyðileggur kropp tín, er tú sjálvur.
»Ansað eftir honum og nýt hann til okkurt positivt,« sigur Kolbrún Aðalsteinsdóttir, sum vónar at síggja nógvar føroyskar ungdómar á modelskúlanum í komandi tíðum.