KREPPA
Tað varð ikki spart við jaligum lýsingarorðum, tá sigast skuldi frá stásiliga ferðamannaskipinum The World, sum vitjaði í Føroyum í farna viku. Við skipinum var ein ríkur amerikumaður við ættarbondum í Føroyum.
Ikki tí, skipið er sannilig stásiligt. Tó ikki nógv stásiligt til selja allar íbúðirnar.
Tað frættist í norskum fjølmiðlum, at skipið er komið illa fyri fíggjarliga. Av teimum 110 íbúðunum umborð eru bert 81 seldar. Hesar vórður allar seldar, áðrenn skipið byrjað at sigla í mars mánað í ár. Síðani hevur gingið illa við at selja íbúðirnar.
Byggikostnaðurin og marknaðarføringin hava kostað 3,6 milliardir í norskum krónum, og sølan av íbúðum hevur ikki fingið hesar pengarnar innaftur.
Í norskum fjølmiðlum frættist, at kreditorarnir nú hava tikið við leiðsluni fyri at rætta uppaftur á skeivu gongdina.
Tað er sostatt ikki heilt vist, at The World kemur aftur á okkara leiðir. Tað var tó gott, so leingi tað vardi.