So løgið tað ljóðar, so er stórur áhugi úti í heimi at læra um føroyskt mál og mentan á universitetsstigi. Tað hava bæði Fróðskaparsetrið og Altjóða skrivstovan, sum hevur fingið nógvar fyrispurningar uttanlands, sannað.
Hesum áhuga gongur Fróðskaparsetur Føroya nú á møti. Komandi summar skipar Fróðskaparsetrið fyri fyrstu ferð fyri einum skeiði nevnt »Faroese summer institute«, har undirvíst verður í føroyskum máli, bókmentum og mentan í døgunum frá 5. til 27. juli.
Summarskeiðið gevur 8 stig á sonevnda ects-stiganum, ið stendur fyri European credit transfer system. Ein lestrarhálva telur 30 stig.
Heilt úr Kina
Fróðskaparsetrið hevur skipað fyri líknandi skeiðum á norðurlendskum síðan 1970, men nú verður farið víðari út í heim. Norðurlendsku skeiðini hava verið fíggjað av Norðurlandaráðnum, men nýggju skeiðini verða fíggjað av teimum lesandi sjálvum, greiður Jákup Sørensen, fulltrúi á Setursskrivstovuni frá.
? Vit hava longu fingið tríggjar fyrispurningar um luttøku í dag, tí skeiðini eru boðin út á heimasíðu okkara. Ein fyrispurningur er enntá komin heilt úr Kina. Vit fáa dag og dagliga fyrispurningar, har fólk spyrja, um til ber at koma higar at lesa, og hetta er so ein roynd at ganga hesum ynskjum á møti, sigur Jákup Sørensen.
Góð umboðsfólk
Turið Sigurðardóttir, deildarleiðari á Føroyamálsdeildini, sum er lektari í bókmentum, hevur lagt skeiðið til rættis innihaldsliga. Hon heldur tað hava stóran týdning fyri Føroyar, at fólk koma hendanvegin at lesa.
? Vit hava skipað fyri norðurlendskum skeiðum síðan 1970. Nógv hava hildið fram at havt áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, og tey eru vorðin eitt slag av umboðsfólkum fyri okkum. Tey koma aftur og nøkur gerast gestalærarar. Nøkur undirvísa í føroyskum uttanlands. Tað hevur havt stóran týdning fyri okkum, og vit vóna, at hetta altjóða skeiðið fær sama týdning, sigur Turið Sigurðardóttir.
Eini 30 fólk hava luttikið hvørja ferð á hvørjum skeiði, og talið verður nakað tað sama á tí nýggja altjóða skeiðunum. Men hví tíma útlendingar yvirhøvur at koma hendanvegin at kunna seg um okkara lítla mál og mentan?
? Føroyskt er eitt mál sum øll onnur. Hjá teimum, sum lesa germanistikk, er tað serliga áhugavert at granska felags eyðkenni. Tað sama er galdandi fyri tey, sum lesa norðurlendskt, tí vit eru eitt norðurlendskt mál. Tey, sum lesa málvísindi, skulu eisini duga fleiri mál. Tey granska ljóð og bygnað í málinum, og tá er føroyskt eins áhugavert sum onnur mál ? hjá summum kanska uppaftur áhugaverdari, sigur Turið Sigurðardóttir.
Romantiskar sálir
Kanska hava fólkini, sum koma hendanvegin at lesa, hóast alt nøkur felags eyðkenni.
? Tey flestu eru nakrar romantiskar sálir, sum vilja sleppa langt burtur til eitt lítið fólk og eina stórsligna náttúru. Summarskeiðið er sjálvandi bygt upp á eitt fakliga dygdargott støðið, men samstundis bjóða vit eisini eitt mentanarligt tilboð, sigur Turið Sigurðardóttir.
Tað kostar 4500 krónur at luttaka á skeiðnum, men møguleiki er fyri at fáa stuðul. Harafturat skulu tey lesandi eisini rinda fyri uppihald og innivist.
MYNDATXT
Turið Sigurðardóttir, deildarleiðari á Føroyamálsdeildini, og Jákup Sørensen, fulltrúi, hava fyriskipað fyrsta altjóða skeiðið í føroyskum á Fróðskaparsetrinum
Mynd: Jens K. Vang