Tey flestu munnu hava hoyrt Vága Heina nevndan, hóast tað ikki er so nógv, fólk vita um hann. Men í gamla kirkjugarði í Havn eigur hann ein tann mest merkisverda gravsteinin við einum úthøgdum báti og bíbliuorð, sum skal vísa til hansara virki sum útróðrarmaður. Hetta sigur, at hansara eftirkomarar hava viljað sett honum eitt virðiligt eftirmæli.
Heini var føddur í 1851 í Sandavági. Tann 31. august 1879 giftist hann í Havnar kirkju við Onnu Fredrikku Carlsen úr Havn f. 1876. Tey eru grivin í grøvini hjá pápa hennara Karl.
Teirra børn vóru:
Maren Sofía (1880-1965). Hon fekk saman við Kristin í Geil sonin Herluf Andreas (1902-1979).
Tann 3. oktober 1907 giftist Marin Sofía í Havnar Kirkju við Óla Arge (1864-1945). Hann var pápi Buss-Óla og var kendur sum framúr grótmaður. Eisini var hann klokkari í kirkjuni frá 1887. Tey hava verið umrødd í hesi røð.
Susanna Sybilla f. 1880. Doyði tveir mánaðir gomul.
Karl Fredrik (1882-1940), handilsmaður. Giftist við Siggu Elisabeth Olsen (1878-1931) úr Miðvági.
Julianna Súsanna f. 1885.
Johanna (1887-1979) giftist við Jens Petur Gerhard August Telling (1885-1957), sum var dani.
Johan Sofus (Shell) f. 1889, giftist við Maren Christina Maria Justinussen f. 1887. Hon var dóttir Heina á Trøðni, sum var umrøddur í seinast parti. Tískil vóru báðir abbarnir hjá teirra børnum kallaðir Heini.
Minningarorð í Dimmalætting um Heina
Sum kunngjørt í seinasta blað er ein av teimum gomlu havnarmonnunum Heine Johansen (Vága Heini) deyður fríggjadagin í hinari vikuni.
Heine Johansen var kendur sum ein av okkara ítastu og mest nærlagdu útróðrarmonnum, og hann hevur farið mangan ringan. Hjá teimum gomlu havnarmonnunum var útróðurin høvuðsvinnuvegurin. Samstundis vóru teir flestu av teimum ídnir og dugandi jarðarbrúkarar. Teir hava mangan sjaggað harðan andróður undir viðurskiftum, har tað var ivasamt, um teir bóru boðini heim, og var útróðurin tá nakað heilt annað enn nú, hvar motorur er so at siga í hvørjum báti.
Heini hevur verið sjúkur og lamin tey seinastu árini, men hann raggaði tó uppi við tveimum stavum, og ein kundi javnan síggja hann sita niðri við neystini og skoða útyvir havið, hvar hann hevur farið so mangan ringan, men óivað eisini havt manga góða og hugnaliga løtu. Mangt eitt minni frá teirri tíðini man hava runnið fram fyri hann, meðan aldurnar spakuliga komu dandandi inn eftir Eystaruvág og eins og bóru boð frá tí stóra havi, sum hann ikki var mentur at søkja.
Hann hevði lisið nógv og dugdi væl at greiða frá teimum ymisku viðurskiftunum bæði her og í útheiminum, eins og hann altíð bar sína meining um tey ymisku mál fram greitt og treystliga. Heini var nú 80 ára gamal og eftir ein langan og ofta strævnan arbeiðsdag er hann farin inn til ta stóru hvíldina. Hann hevur óivað leingi følt á sær, at hansara lívskvøld var nær og eins og sæð kvøldarroðan skína.
Friður verið yvir minni hansara.
Útróðrarmenn í Havn
Í samband við útróður í Havn hevur Mourentius Viðstein eina stuttliga lýsing, sum eisini umfatar Vága Heina. Hann skrivaði millum annað um útróðrarmenninar:
“Nei, teir svóvu ikki á morgni, tí teir nýttu hvørji líkindi at koma sær á flot, hesir dúgligu menn við Eystaruvág. Tá ið tær fyrstu neystadyrnar flutu upp ein útróðrarmorgun, ríktu hurðarnar á leikindunum við hvørjar einastu neystadyr líka úr Kopargøtu og yvir í Trøð, har tey uttastu neystini stóðu.
Teir komu allir um somu tíð: Trappumenninir Pedda, Dánjal og Niklas og gamli Jákup við Stein, sum var á báti við teimum, og har komu Petur Hans í Funningsstovu, Heini á Trøðni og Vága Heini og nógvar aðrir. Teir gjørdu skjótt av, løgdu frá landi og hildu út um Skansatanga, summir løgdu niðan í fjørðin, meðan aðrir hildu suðureftir. Var byrurin til vildar, so høvdu teir seglið á, men var tað lagaligt, so róðu teir. Og teir róðu fyri lívinum, tí tað galt um at vera skjótir á fiskileið.”
Var eisini losjulimur
Heini var limur í losjuni í Havn í hvussu er frá 1904. Tá var hann við á eini útferð 2. hvítusunnudag. So tilkomin hann var tá, mann hann helst frammanundan hava verið limur í Havnar Avhaldsfelag. Seinni sama ár var hann við á samkomu, sum tók avskeð við danan Henriksen, sum var fyrsti leiðari fyri losjuni. Eftir at Henriksen hevði takkað fyri seg, var Heini ein av teimum, sum takkaðu honum fyri tíðina í Føroyum.
Heini var eisini við í arbeiðinum at fáa rúsdrekkalógina broytta í 1907. Eftir at fráhaldsrørslan hevði vunnið fólkaatkvøðuna, kom ivi upp, hvørt hon for at verða tikin í álvara.
Tí varð avrátt, at skipast skuldi fyri eini undirskriftsinnsavning um alt landið, so fólk við síni undirskrift kundu vísa, at lógaruppskotið var fólksins vilji í rúsdrekkamálinum.
Heini fekk so til uppgávu at fara vestur í Vágarnar, men tíverri var losjan í Sørvági stongd og fáir goodtemplarar vóru eftir í oynni. Men hóast hetta fekk Heini savnað 450 undirskriftir í Vágum. Hetta var roknað fyri at vera gott.
Synir hjá Johan hjá Vága Heina vóru eisini virknir í losjuni. Ein teirra var Harry S. Johansen. Teir høvdu gott til at bregða, tí hin abbi teirra, Heini á Trøðni, var eisini virkin fráhaldsmaður.
Harry gjørdist í 1943 formaður í ungmannadeildini. Sagt verður í losjusøguni hjá Erling Isholm, at hetta setti veruliga gongd á ungmannadeildina. Fleiri og fleiri savnaðust til fundirnar, sum vóru leygarkvøld. Tað kom eisini hópur av nýggjum limum.
Árið eftir varð samtykt at geva út blaðið Glaðustrok, har Harry var blaðstjóri og tók sær av umsitingini. Hetta var eitt stórt stig at taka í krígstíð. Aftaná ein steðg kom blaðið aftur út 1948 og framvegis var Harry við.
Harry var eisini seinni við til millum annað at spæla sjónleik til frama fyri losjuarbeiðið.
Í komandi parti um tvær vikur verður greitt frá Karl F, soni Vága Heina, og hansara