Føroyska landsliðið kom í gjár til Danmarkar, har liðið fyrireikar seg til EM 2020 undankappingardystirnar móti Norra og Svøríki, sum verða hósdagin og mánadagin.
##med2##
Føroysku spælararnir skulu venja á Sundby Idrætspark í Keypmannahavn. Tað er heimavøllurin hjá Heina Vatnsdal og Fremad Amager. Liðið hevði eina venjing seinnapartin í dag. Allir spælararnir vóru til venjingina, men flúgvarin úr Íslandi við Gunnari Nielsen og Kaj Leo í Bartalsstovu var seinkaður, so teir vóru nakað seinir.
##med3##
Venjingin í dag gav ongar ábendingar um liðið, ella um Lars Olsen ætlar at spæla við trimum í miðverjuni. Tað ljóðar tó, at hann ætlar at halda fast í somu spælskipan, sum móti Malta og Rumenia, har tað eru tríggir í miðverjuni.
Ongin Hallur
Hallur Hansson bleiv hóskvøldið kosin til ársins landsliðsspælara fyri 2018 og 2019. Hann hevur kanska ikki havt sítt besta tíðarskeið, men hann er altíð á vøllinum og rokast. Nú skal føroyska landsliðið klára seg uttan liðskiparan hjá AC Horsens. Hann breyt hondina í 1-0 sigrinum á Malta á Tórsvølli. Hann hevur verið undir skurð, men skal binda frið í eina tíð afturat.
##med4##
Odmar Færø er tøkur aftur og tað loysir upp fyri, at Rógvi Baldvinsson ella Heini Vatnsdal kunnu flytast fram á miðvøllin. Jóan Símun Edmundsson hevur sitið nakað á bonkinum hjá Arminia Bielefeld í løtuni, so helst er hann svangur at sleppa at spæla.
Til Norra hósdagin
Farið verður til Norra hósmorgunin. Um kvøldið verður venjing á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. Dysturin móti Norra verður fríggjakvøldið. Eftir dystin verður farið beint til Stokkhólm í Svøríki.
##med5##
Sunnudagin 17. november verður venjing á Friends Arena og mánakvøldið verður seiansti EM-landsdysturin á hesum sinni, og somuleiðis tann seinasti hjá Atla Gregersen og landsliðsvenjaranum, Lars Olsen.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá báðum dystunum.
##ms##