Heini fyri 25. ferð

Nú hava 51 spælarar verið á landsliðnum í minsta lagi 25 ferðir

Tað vóru tey,sum roknaðu við, at Heini Vatnsdal fór at vera millum teir fyrstu ellivu í Skotlandi mikukvøldið. Tað var hann ikki.

Håkan Ericson valdi Gunnar Vatnhamar at vera undir liðini á Sonna Ragnar Nattestad í miðverjuni.

Í Moldova varð Heini Vatnsdal skiftur inn fyri Odmar Færø, sum fimm minuttir undan steðginum noyddist skaddur av vøllinum. Í Eysturríki var Heini Vatnsdal í miðverjuni fyrsta lítla tíman, inntil Jákup B. Andreasen loysti hann av og varð settur á miðvøllin, meðan Gunnar Vatnhamar varð fluttur aftur í miðverjuna.

Og í gjárkvøldið ímóti Skotlandi varð Heini Vatnsdal skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter.

Hetta var 25. landsdysturin hjá Heina Vatnsdal, sum var fyrstu ferð á landsliðnum 7. juni í 2013. Lars Olsen var venjari, tá ið Føroyar taptu 3-0 á útivølli í Dublin ímóti Írlandi, og Heini Vatnsdal var á vøllinum allan dystin á tamb.

29 ára gamli Heini Vatnsdal er føroyski landsliðsspælari nummar 51, sum røkkur 25 landsdystum.