Mong høvdu vónað, at talan gjørdist um eina føroyingauppgerð í dystinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini tá Fremad Amager tók ímóti Roskilde FC.
Heini Vatnsdal spældi við frá byrjan hjá Fremad Amager, ið hevði fingið armarnar niður aftaná flotta steypasigurin á FC Midtjylland í farnu viku. Finnur Justinussen byrjaði aftur á beinkinum hjá Roskilde FC í dag, og har slapp hann at sita allan dystin, tíverri.
Heini og liðfelagarnir í Fremad Amager vunnu dystin 2-1 frammanfyri 1.016 áskoðarum. Men tað var Roskilde sum legði seg á odda 1-0 við máli Anthon Pedersen skoraði tá 20 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Fremad Amager kom ikki á lagið fyrrenn í seinna hálvleiki. Miðskeiðis í seinna hálvleiki lobbaði Marcus Bay hegnisliga bóltin uppum málverjan hjá Roskilde og í netið til støðuna 1-1. Thor Lange skoraði sigursmálið tá bert fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini tá málverjin hjá Roskilde feilmetti eitt innlegg hjá Thor Lange sum endaði í netinum hjá Roskilde og gjørdist sigursmálið.
Viljormur Davidsen fekk seinastu løtuna á vøllinum tá lið hansara Vejle vann 3-2 á Næstved á útivølli. Íslendski Kjartan Finnbogason gjørdist stóra hetjan hjá Vejle við at skjóta reint hattrick aftaná Næstved tvær ferðir hevði verið á odda í fyrra hálvleiki. Støðan var 2-2 í steðginum. Viljormur fær rós fyri at bjarga Vejle frá einari vandamiklari støðu móti dystarenda, men tað er harmiligt fyri Viljorm og fyri føroyska landsliðið, at spælitíðin hjá honum ikki er tann nógva.
Talan er um fimta sigurin á rað hjá Vejle.
Vejle spælir longu mikukvøldið aftur. Tá møta teir HB Køge á útivølli.
Støðan:
nr. | |||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | Fredericia | 11 | 6 | 3 | 2 | 24:18 | 21 | ||
2. | Vejle | 10 dystir | 6 | 2 | 2 | 22:12 | 20 stig | ||
3. | Kolding IF | 11 | 6 | 2 | 3 | 22:18 | 20 | ||
4. | Viborg | 11 | 5 | 4 | 2 | 18:12 | 19 | ||
5. | Fremad Amager | 11 dystir | 4 | 4 | 3 | 12:12 | 16 stig | ||
6. | Nykobing | 11 | 4 | 3 | 4 | 21:24 | 15 | ||
7. | Vendsyssel FF | 10 | 4 | 1 | 5 | 9:12 | 13 | ||
8. | 11 | 3 | 3 | 5 | 13:16 | 12 | |||
9. | Skive | 11 | 2 | 5 | 4 | 16:20 | 11 | ||
10. | HB Køge | 9 | 2 | 4 | 3 | 13:15 | 10 | ||
11. | Hvidovre | 11 | 2 | 4 | 5 | 15:19 | 10 | ||
12. | Roskilde | 11 dystir | 2 | 1 | 8 | 15:22 | 7 stig |