Heini skoraði átta mál móti oddaliðnum

Ajax tapti í gjárkvøldið 33-25 á útivølli móti AaB, sum er oddalið í donsku hondbóltsliguni. Men fyri Heina Hanusarson var talan kortini um ein dyst, har gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum. Við átta málum var Heini nevnliga tann spælarin, sum átti flestu málini i fullsetta Gigantium.

Ajax er í løtuni á næst aftasta plássinum í bestu mansdeildini.