Heini Vatnsdal stríðist víðari

Tað gongur væl hjá Heina Vatnsdal í løtuni. So væl, at tað er sáttmáli í eygsjón

Heini Vatnsdal kom trumlandi inn á føroyska fótbóltspallin, tá hann undir Oddbirni Joensen áttii stóran leiklut í, at HB bleiv føroyameistari í 2013. Harða arbeiði á miðvøllinum gjørdi, at hann vann sær pláss á føroyska landsliðnum.

 

Síðani hevur Heini Vatnsdal havt trupult við at liva upp til góða kappingarárið. Hann spældi ikki eins væl í 2014, meðan hann í ár hevur roynt at funnið sær eitt felag í Danmark.

 

Loksins sær út, at Heini Vatnsdal hevur funnið sítt nýggja fótbóltsheim. Fremad Amager.

 

Leingir sáttmálan

Í summar spældi Heini Vatnsdal aftur við HB, men skiftir eftir summarsteðgin til Fremad Amager, sum spælir í triðj bestu deildini í Danmark.

 

 Fyrst bleiv talan um fyribilssáttmála, men nú er líkt til, at føroyski miðvallarin hevur fær nýggjan sáttmala við felagið. Tað tók eina løtu, áðrenn Heini fann seg til rættis í nýggja felagnum.

 

- Tað gongur væl nú. Tað var eitt sindur trupult at venja seg við grasið og spælistílin, men haldi eg havi gjørt tað gott. Eg vænti eisini, at nýggjur sáttmáli verður skrivaður ein av komandi døgunum, sigur Heini Vatnsdal, sum eisini hevur sett sær sum mál at koma á landsliðið aftur.

 

Fremad Amager, sum eisini hevur Christian L. Holst og Finn Justinussen í hópinum, hevur vunnið seg víðari til endaspælið í triðj bestu deildini.