Áheitan á tykkum útisetar

Mín inniliga áheitan á tykkum útisetar: Komið ikki heim til hesar kargu klettar, um TIT HAVA BØRN VIÐ SERLIGUM TØRVI ELLA BREKAÐ BØRN !!!!

NÚ mugu vit foreldur her heima finna saman og gera uppreistur, tí her á landi vilja politikkarar ikki okkara børnum tað besta. Vit kunnu gjalda skatt, men hvat fáa VIT og OKKARA BØRN fyri hann?

Til tykkum politikkarar: Gevið teim veiku næmingunum bæði fiskastuðulin, rentustuðulin (tí til hús nr 2., 3., 4. osfr. skal verða tikin burtur og givin skúlunum). Vit foreldur! Hvat kunna vit gera HER OG NÚ!!!: Áðrenn fleiri børn við foreldrum verða fullkomiliga sundurskrødd av hesari viðferð.

1. Vit kunna fyri tað fyrsta halda ein fund skjótt.

2. Demonstrera ímóti hesum niðurskurðum saman við øllum føroyingum, ið vilja hjálpa hesum bólki og tískil eisini hjálpa teirra egnu børnum, so tey fáa ta undirvísing, tey hava tørv á og krav uppá.

3. NÚ mugu vit fara inn í tímarnar hvønn einasta dag hjá egnum barni, so tað fær tann stuðul, tað hevur krav uppá. Hetta verður gjørt í Onglandi, ókeypis fyri landið (ein skomm afturat fyri Føroya land), men dýrt fyri foreldrini, tí at arbeiðstíð má broytast ella gerast til deiltíð, men óivað til gagns fyri okkara elskaðu børn.

4. Krevja menningarætlan minst 1 ferð árliga, helst 2 ferðir, um heystið og um várið, sum á danska skúlanum hjá spastisku dóttrini. Á henda hátt fáa foreldur vitan, vit verða kunnað um, hvat vit skulu hjálpa børnunum við hvønn einasta dag.

5. Krevja nógv betri samstarv millum lærarar og foreldur, so vit saman við menningarætlan kunnu síggja og føla, at tímarnir, ið verða játtaðir børnum okkara, verða brúktir hvør einasti ein við skili og kunna eftirmetast javnan.

6. Nógv kann gerast við okkara hjálp, og tað verður bæði børnum okkara til gagns bæði nú og seinri í livinum, øllum floksfeløgum og eisini samfundinum.

Sum nú er, fáa Føroyar alt fleiri næmingar við serligum tørvi, og teir verða ikki færri við ongari hjálp.

Hvat við hesum næmingum seinri í lívinum? Fáa tey børn, ið tey ikki kunna hjálpa? Hvussu man tað fara at kennst hjá slíkum foreldrum? Hetta verður ein ónd ringrás uttan enda, og PISA-kanningin verður?? ja hugsi tann um tað, tann, ið kann av politikkarunum??

Jenis segði á Tingi í 2007 við tað danska sjónvarpið: DETTE ER PARADIS PÅ JORD, men góði Jenis, hetta hevur nú varað í 4 ár. Eg kom til Føroya, tí tit manglaðu tannlæknar, men hvat er ein tonn verd borið saman við eitt barn. Hetta hevur verið um reppið veitt H..... á jørð fyri meg. Tú sum hevur verið so nógv ár á tingi, tú ert lækni og kristin!! Hví hevur tú onki gjørt við hetta? Hví bara lúgva tit tingmenn og -kvinnur? Ella sigur tú tað eisini við tínar patientar, ið hava ymiskan tørv: Føroyar hava ikki ráð til brekað og børn við serligum tørvi.

Ja, Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi lærari, tú segði, at tú skilti meg, og at tú visti bæði, at tey veiku og tey sterku børnini í skúlunum als ikki fingu ta undirvísing, tey skuldu hava. Hví gjørt tú onki við hetta, alt er bert tos valagn hjá tykkum, men tá fólk við peningi bert opna munnin, so eru tit skjót.

Góði Finnur! Tú roynir, og eg havi roynt bæði á barnaskúlanum, MMR, almannastovuni og øðrum stovnum, men her flýtur nógv. Eg haldi áfram, men sundurskrødd eri eg, tað skalt tú vita og nógv við mær, tí eg tosi við serliga nógvar mammur at bæði ungum og eldri børnum við serligum tørvi, og tær eru nógvar, ið hava og aðrar, ið minnast árini hjá teirra børnum við sundurskrøddum hjarta, og sum hjá fleiri av teimum forfylgir teimum, tí arbeiði til hesi børn hanga heldur ikki á trøunum. Okkara kristna tjóð hugsar heldur ikki um á hesi, sjálvt um skrivað stendur: Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit ikki hava gjørt einum av hesum minstu, hava tit heldur ikki gjørt Mær." Matt. 25, 45. Tískil verður lívið hjá mongum av hesum familjum tungt, ja ofta enda við skilnaði. Tær almennu Føroyar eru steinur oman á byrði.

Tit, ið lesa uttanlands: KOMIÐ IKKI aftur til hetta landið. Hugsið tykkum sera væl um!! Hava tit so mikið sum eina pirru á reyvini, so haldið tykkum burturi.

Verið verandi har, ið tit eru, um tit eru nøgd við arbeiði, skúlagongd hjá børnum, serliga teimum við serligum tørvi og breki, tí her er hjálpin so út av lagi vánalig, at um tykkara børn ikki fáa ta undirvísing og ta hjálp, ið tað skal hava, so ávirkar tað familjuna, also pápa, mammu og møgulig systkin so nógv, at familjan fer at mistrívast, tí sjálvt um familjan er her, so kunna tey ikki hjálpa dag og dagliga, tey hava sítt.

Verið verðandi í útlegd!!!!

Øll , ið vilja hjálpa, kunna helst maila HYPERLINK "mailto:veikirnaemingar@hotmail.com" veikirnaemingar@hotmail.com ella ringja til mín 212803.

Eg eri í farloyvi frá 1.8. til 25.9.08., tí mín brekaða dóttir skal inn aftur í ta donsku skipanina, og tað kann taka tíð, áðrenn alt er komið upp á pláss. Hon skal jú hava hjálp hvønn einasta dag.