Tað er ein nógv betri íløga hjá okkum at byggja hús mitt í Havn, enn at hava pengar í bankanum.
Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag
Stóra húsið, sum felagið byggir á Tinghúsvegnum, var liðugt beint fyri ársskiftið og nú verða teir seinastu snøklarnir gjørdir, og so er klárt at flyta inn, seinni í hesum mánaðinum, ella í næsta mánað.
Nýggja húsið er fimm hæddir á tilsamans góðar 1700 ferðmetrar og hann er bygdur saman við húsið, felagið frammanundan hevði á Tinghúsvegnum.
- Arbeiðsmannafelagið skal brúka eina hædd og so hevur Landsverk leigað hinar hæddirnar afturat tí, Landsverk leigar í gamla húsinum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.
Húsið kostar 34,7 milliónir at byggja, umframt ráðgeving og annað.
Hesi seinastu árini hevur Havnar Arbeiðsmannafelag eisini høvuðsumvælt gamla húsið fyri 25 milliónir krónur. Í tí sambandi er mestsum alt tikið innan úr og gjørt av nýggjum.
- Sostatt eru ognirnar hjá okkum nú í fínasta standi, sigur Hans Joensen
Hetta merkir, at Havnar Arbeiðsmannafelag hevur bygt fyri 60 milliónir hesi seinastu árini, og onkur hevur reist spurningin, um tað er uppgávan hjá einum fakfelag at eiga so dýrar ognir.
Men Hans Joensen vísir á, at hetta er ein góð íløga, tí ein bygningur, sum hesin, mitt í Havnini, er rættiliga nógv verdur, og frívirðið veksur, so hvørt avdráttirnir verða rindaðir.
- Avkastið er kanska eini 10-15 prosent, aftur ímóti einum prosenti, ella, hvat vit høvdu fingið í rentu, av at hava pengarnir standandi í bankanum, sigur hann.