Heldur fast um sítt ynski

John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag, heldur fast um kravið at fáa nýggjan fiskimálaráðharra úr Norðoyggjum, og verður ynski hansara gingið á møti, er Bjørn Kalsø á veg í Tinganes

Í kjalarvørrinum av frálíka úrslitið Sambandsfloksins á valinum í Norðoyggjum 20. januar vóru røddir frammi um, at ein landsstýrismaður floksins skuldi veljast úr Norðoyggjum, men saman við Suðurstreymi máttu norðoyingar síggja Bárð Nielsen úr Norðstreymi og Johan Dahl úr Suðuroy fara í ávikavist Fíggjarmálaráðið og Fiskivinnumálaráðið.
Men eftir at løgmaður loysti Johan Dahl úr sessinum sum fiskimálaráðharri fyrrapartin í gjár, sær John William Joensen úr Norðoya Sambandsfelag aftur møguleikan fyri sær.
- Alt er sera nýtt, og fyrst mugu vit bíða eftir niðurstøðuni frá tingmannafundinum, men vit halda fast um ynski okkara at fáa ein landsstýrismann haðani úr Norðoyggjum, sigur John William í stuttari viðmerking.
Hóast aðrir tykjast fremri í røðini hjá Sambandsflokkinum at skula í Tinganes, er Bjørn Kalsø við flestum atkvøðum av Norðoya Sambandsfelag instillaður at gerast nýggjur landsstýrismaður í Fiskivinnumálum.