Tað mesta av fiskinum, sum var á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í gjár, var frá trolbátum og einum garnaskipi, men nakað av útróðrarfiski var eisini.
Umleið 14 tons vóru av toski, og prísurin var heldur frægari, enn hann hevur verið. Toskur II fór fyri 18,04 krónur í meðal, toskur III fyri 18,39 krónur, og toskur IV fekk meðalprísin 15,76 keónur. Góð fimm tons vóru av hýsu. Hýsa II fór fyri 17,34 krónur og hýsa III fyri 13,92 krónur.
Hetta er tíðin, tá bátarnir fáa væl av hvítingi, og í gjár vóru góð 15 tons av hvítingi á uppboðssøluni. Tað mesta fór fyri 11,83 krónur fyri kilo.
Trolbátarnir høvdu væl av flatfiski, umleið níggju tons av reyðsprøku, sjey tons av havtasku og fýra tons av tungu. Meginparturin av tunguni fór fyri 20,96 krónur í meðal, meðalprísurimn fyri reyðsprøkuna var 10,67 krónur, og havtaskan fór fyri 25,59 krónur fyri kilo.
Góð 14 tons av svartkalva fingu meðalprísin 24,06 krónur.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin knappliga 78 tons í gjár fyri hálva aðru millión krónur.