Heldur ikki hesaferð

úr Onglandi

Hull fekk heldur ikki ein sigur í seinasta dystinum, tá enska triðja deild endaði um vikuskiftið.
Hesaferð var mótstøðan úr Lincoln City, og endaði dysturin við javnleiki, 1-1, eftir at Lincoln tíðliga í dystinum hevði lagt seg á odda.
Hjá Hull City var Julian Johnsson á vøllinum í samfullar 90 minuttir, og sum skilst av ensku miðlunum, so mundi avrikið hjá føroyinginum vera á eini leið.
Sum heild hava tey í Hull tó ikki verið nøgd um avrikið hjá liðnum hetta seinasta hálva árið, og nýggi venjarin, Jan Mølby, fer í næstum at boða frá, hvørjar leikarar hann ynskir at hava á liðnum í komandi árinum. Gitt verður, at fleiri av verandi leikarunum verða settir á sølulistan, tá Mølby hevur sagt sína hugsan, og so er spurningurin, hvussu hetta fer at raka Julian Johnsson, men sum skiltist á útvarpinum leygardagin, so skal føroyski landsliðsmaðurin ikki vera serliga bangin um sítt pláss.