Heldur lægri fiskaprísir

Góð 47 tons vóru á uppboðnum hjá Fiskamarknaði Føroya í dag. Tann størra helvtin var toskur, men prísurin var heldur lægri enn teir seinastu dagarnar. Toskur I fór fyri 20,12 krónur í meðal og toskur II fyri 18,75 krónur.

Tann besti hýsuprísurin kom upp í 21 krónur í dag, men meðalprísurin lá niðan fyri 15 krónur. Nakað av longu var eisini, og hon fór fyri góðar 9 krónur í meðal.

Í gjár seldi Fiskamarknaðurin 180 tons fyri 2,5 milliónir krónur. Umleið 70 tons vóru toskur, og tann størsti toskurin fór fyri 21,60 krónur í meðal, og meðalprísurin á toski II var 20,02 krónur.

Smá 20 tons av hýsu vóru á uppboðnum í gjár. Mest var av hýsu II, sum fór fyri 15,43 krónur í meðal. Longan kom upp í 17,35 krónur í meðal, blálongan fór fyri 10,27 krónur, og tað mesta av brosmuni fór fyri 7,16 krónur í meðal fyri kilo.

Nakað av flatfiski var í gjár. Tungan fór fyri góðar 28 krónur fyri kilo, og svartkalvaprísurin var beint oman fyri 27 krónur í meðal.