Hóast meiningakanningar í Svøríki vísa, at stjórnin hjá Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharra hevði fallið, um val var til Ríkisdagin nú, so hava sviar størri álit á forsætisráðharranum enn andstøðuleiðaranum, Stefan Löfven.
Ein nýggj meiningakanning vísir, at 63,4 prosent av teimum spurdu halda Fredrik Reinfeldt vera betur egnaðan til at standa á odda fyri einari stjórn enn Stefan Löfven. Bara 36,6 prosent halda tann sosialdemokratiska formannin vera betur egnaðan. Her vísir kanningin, at 23 prosent av teimum sosialdemokratisku veljarunum halda meiri av Reinfeldt sum stjórnarleiðara.
Kanningin staðfestir, at Reinfeldt dregur frá Löfven í hesum høpi, tí í næstseinastu kanning fingu teir stuðul frá ávikavist 59,7 prosentum og 40,3 prosentum.