Heldur við Íslandi og Wales

EM verður serligt hjá fyrrverandi AB-leikara, sum er úr Wales, men nú býr í Íslandi.

Liam Killa, sum kappingarárið 2009 spældi átta dystir fyri AB, gleðir seg serliga nógv til EM. Hann er úr Wales, men hevur búð í Íslandi seinastu sjey árini, har hann í løtuni spælir við Hamar í fimtbestu deildini.


Hann er fallin sera væl til í Íslandi, har hann og daman eiga ein lítlan son saman. Ísland er vorðið hansara annað heimland, og tískil er ringt hjá honum at velja um hann skal stuðla Wales ella Íslandi, nú bæði hava spælt seg til sítt fyrsta EM-endaspæl.


- Eg fari at halda við bæði Wales og Íslandi. Kanska eitt sindur meira Íslandi. Eg havi búð her í sjey ár, havi fingið familju her og havi sæð fótbóltin vaksa, so eg kenni meg sum ein part av fólkinum og klári næstan ikki at bíða til at síggja teir spæla í EM, sigur Liam.


Tað var heldur óvæntað, at Ísland og Wales spældu seg til endaspælið, og tað verður hildið, at tey fáa tað trupult við at spæla seg úr bólkaspælinum. Liam hevur tó álit á, at bæði Wales og Ísland fara at gera tað gott í kappingini.


- Eg vænti at bæði fara at spæla seg víðari. Í mangar mátar minna liðini um hvørt annað. Bæði liðini hava eina stjørnu og teir stríðandi menninar rundan um stjørnuna, sum gera liðið truplt at vinna ímóti. Gareth Bale átti ein stóran lut í at Wales kom til EM, og tað sama gjørdi Gylfi Sigurðsson hjá Íslandi, sigur Liam, sum serliga gleðir seg til ein dyst.


- Wales og England. Kappingin ímillum tey bæði londini gongur fleiri hundrað ár aftur í tíðina, og hetta verður ein gyltur møguleiki hjá teimum at koppa kappingarneytanum meðan allur heimurin hyggur at, heldur Liam.


- Um Ísland klárar at halda fast við góðu gongdini frá undankappingini, so kann eg ímynda mær at teir leypa hvøkk á Portugal, kanska við einum javnleiki, og so kunnu teir taka tað harfrá og vinna sær víðari luttøku, sigur Liam.


27 ára gamli miðvallarspælarin, sum er úr Swansea í Wales, men nú býr í Reykjavík, sigur, at tað av álvara hevur verið EM-fepur í Íslandi seinastu tíðina.


- Tað er nærmast eldur í Íslandi. Ikki bókstaviliga, men fólk eru púra ør. Hvar enn tú so fert, so sært tú íslendsk fløgg og EM-lýsingar, greiðir hann frá og leggur afturat, at tað nú ikki er so løgið.


- Hetta er eitt megnaravrik hjá Íslandi, og so sanniliga eisini fult uppiborið. Fyri eina so lítla tjóð er tað óhoyrt hvussu tey megna at uppala so nógvar góðar leikarar, enntá í øllum aldri og av báðum kynum. Frá lítlu graslíkisvallunum og allan vegin til fulltíðarfótbólt leggja íslendingar lív og sál í hendan ítróttin, og tað er deiligt at síggja, at teir loksins fáa lønina á heimspallinum, sum teir hava so væl uppiborið, sigur Liam Killa.


Í næstu viku fer Liam Killa til Fraklands, har hann fer at hyggja eftir dystinum ímillum Ísland og Ungarn. Tann dysturin verður leygardagin í aðru viku.